22.01.2013
Søgu- og samfelagsdeildin Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Skriva út

Kreativur ungdómur í útjaðaranum

Ungdómur, íverksetan og nýskapan skal tryggja framtíðina hjá útjaðaranum í Norðuratlantsøkinum. Hetta er hugsanin handan verkætlanina RYE, sum Granskingardepilin er virkin í.


Í samband við verkætlanina, er hesin stuttfilmur framleiddur:

http://www.youtube.com/watch?feature=player_embedded&v=BAXfTGLvRhw

Filmurin skal hugkveikja 

Filmur er eitt stig á leiðini at vísa, at vit hava umstøðurnar og møguleikan beint við hondina og inni í okkum.

Grundarlagið er sannføringin um, at tað er landslagið, ið evnar okkara hugsanarhátt og og okkara rørslur, og landslagið ger okkum harðfør.

- Hugskot verða klakt í øllum landsløgum.

- Hugskot kunnu broyta okkara lív og broyta okkara samfelag.

- Hugskot kunnu broyta mátan vit síggja hvønnannan og umhvørvið.

- Hugskot kunnu broyta okkara kenslur.

- Hugskot kunnu avgera hvussu vit síggja dagin í morgin.

Flest ungir íverksetarar eru í útjaðaranum

Í Norðurírlandi, finnur tú teir flestu ungu íverksetararnar í útjaðaranum. Hetta vísa kanningar, sum felagið Advantage (www.advantage-ni.com) hevur gjørt. Hetta felag arbeiðir burturav við at stimbra íverksetan millum ung í Norðurírlandi.

Advantage er Norðurírski partnarin í verkætlanini The Rural Youth Entrepreneurship RYE, sum er samstarv millum Norðurírland, Føroyar, Grønland og Finnland.

Tað stóra málið við verkætlanini er, at skapa búskaparligan vøkstur í útjaðarasamfeløgunum í Norðuratlantsøkinum. Hetta við at eggja ungdómin til at brúka síni kreativu evni og fremja síni hugskot í verki, fyri í seinasta enda at stovna egið virkið við góðum fíggjarligum avkasti.

Verkætlanin mennir amboð til omanfyri nevnda endamál, hetta verður skraddaraseymað til okkara øki, og roynt í Føroyum, í Norðurírlandi, Grønlandi og Finnlandi.

Talan er um eina áhitna online-tænastu, ið inniheldur alt sum skal til, fyri at ein ugdómur við einum hugskoti, kann umskapa tað til eina fyritøku ella eitt virki. Alt sum krevst skal vera til staðar. Hetta verður ein gjøgnumskygdur og lættur máti at tilogna sær neyðuga vitan, fáa álit á egin evni til at menna eina burðardygga vinnulívsverkætlan, bøta um lokala tænastu, skapa tvørnationalar handilsleiðir og bøta um kappingarførið í egnum lokaløki.

Málið er eisini, at verkætlanin skal minka um fráflytingina av ungum úr útjaðaranum. Tí við at skapa grundarlag fyri fíggjarligum virkni verður eisini grundarlag fyri burðardyggum bygda- og útjaðarasamfeløgum.

Hátturin at náa hesum gyltu málum er at savna alla neyðuga vitan og royndir, ið hava við íverksetan at gera í luttakandi londunum. Í Føroyum verður hetta gjørt í samstarvi við Íverksetarahúsið, Vinnuhúsið, Vinnuframa og onnur, ið virka fyri sama endamáli.

Øll fáa atgongd til tey amboð, ið verða ment í RYE verkætlanini. Harumframt er málið, at hesi amboð áhaldandi verða ment og dagførd.