14.12.2017
Til lesandi Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Kristianna á ársfundi hjá granskingarnetverkinum DSPaM

Kristianna Hammer, lektari og ph.d. á Sjúkrarøktarfrøðideildini, luttók 1. november 2017 á árliga fundinum hjá granskingarnetverkinum DSPaM (Dansk selskab for palliativ medicin).


Granskingarnetverk innan palliatión
Granskingarnetverkið er eitt tvørfakligt, opið netverk fyri allar áhugaðar granskarar. Miðað verður ímóti at halda granskaradag í palliatión eina ferð árliga. Netverkið er eitt forum, har luttakarar kunnu skifta orð um granskingarfaklig hugskot og royndir umframt at fáa íblástur og vegleiða hvønn annan og komandi granskarar innan palliativa økið. Ein langtíðarætlan er at stovna størri miðstøðir og tjóðarverkætlaninr og í heila tikið at seta sjóneykuna á gransking innan palliatión í Danmark.

DSPaM mál í 2020

  1. Palliativ medisin sum sjálvstøðug sergrein í 2020
  2. 20 % av sjúklingum ávístir til palliativa serviðgerð eru ávístir við non-malignari sjúku í 2020
  3. Seta tíðliga inn við palliativum innsatsi til 50 % av sjúklingum, sum doyggja av krabbamein í 2020
  4. serkunnugan palliativan innsat til øll børn, sum hava tørv á tí í 2020
  5. Eina samstarvsavtalu og strategiir fyri samstarv millum DSPaM og øll læknavísindalig feløg í 2020

Tað seinasta, sum arbeitt hevur verið við, er at gera eitt hoyringssvar til Fólkatingið viðvíkjandi Medisinskum Cannabis (http://www.palliativmedicin.dk/files/arkiv_2017/cannabies/hoeringssvar%20fra%20dspam.pdf )

Árligi fundurin í granskingarnetverkinum
í ár var temað ” Danske interventionsstudier indenfor Palliation - hvad har vi lært og hvad er perspektivet for fremtiden?”

Á dagsskránni var m.a.

  • ”Palliativ rehabilitering til mennesker, der lever med kræft, Pal-Rehab protokollen’. v/Lise Nottelmann, læge, ph.d.-studerende
  • “DOMUS – Lindrende indsats i eget hjem for patienter med kræft’ v/ Mie Nordly, cand.scient.pharm, ph.d.-studerende og Kirstine Skov Benthien, spl, cand.scient.san, ph.d.-studerende
  • “Effekt af interventionsprogrammet “Bedre hverdag med kræft” til personer med fremskreden kræft, der lever i eget hjem” v/Marc Pilegaard, Ergoterapeut, cand.scient.san, ph.d.-studerende*’Advanced Care Planning’v. / Marianne Skorstengaard, læge, ph.d.-studerende
  • “Præsentation af The Danish Palliative Care Trial (DanPaCT)” v/Anna Thit Johnsen, psykolog, ph.d., seniorforsker & Mogens Grønvold, overlæge, professor

Kristianna Hammer varð vald at sita í arbeiðsbólkinum, sum skal arbeiða við at fáa Pallativt medisin sum sjálvstøðuga sergrein innan sjúkrarøkt – t.v.s. ein serútbúgving eins og aðrar serútbúgvingar innan sjúkrarøkt.