Kristianna Hammer á ráðstevnu í Ìslandi
20.05.2013
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Kristianna Hammer á ráðstevnu í Ìslandi

Kristianna Hammer, lektari á sjúkrarøktarfrøðideildini, luttók í seinastu viku á ráðstevnu í Íslandi innan økið “Health and Well Being in Arctic Regions” har hon helt fyrilestur.


Hendan ráðstevnan var tað fyrsta innan økið “Health and Well Beeing in Arctic Regions ” í tí Arktiska felagskapinum “University of the Arctic Thematic Networks” sum var hildin 30. Apríl á Universitetinum í Akureyri.

Tematisk skipan stuðlar undir samstarvi innanfyri net, sum arbeiða miðsavnandi, men eru eisini so fleksibul, at tey reagera skjótt upp á aktuellar arktiskar spurningar. Tey skapa ein natúrligan karm um menning av útbúgving og gransking á “University of Arctic” og hesin karmur gevur bestu møguleikar fyri at økja vitan og deila hana við onnur fyri norðan.

Tríggjar tvørfakligar granskingarskráir eru grundarlagið undir granskingini: Global change in the north, northern Land Use og Land Cover as well as circumpolar Health and Wellbeing.

Endamálið við hesi ráðstevnu var at greiða frá tí Arktiska felagskapinum - UArctic Thematic Network – har Health and Well Beeing in Arctic Regions hoyrir undir. Og væl var greitt frá. Milllum annað talaði Dr. Kirsi Latola, Research Coordinator, Thule Institute, University of Oulu, Finland. Hon tosaði um „Arctic Health Research“ og Dr. Arja Rautio, Director, the Centre for Arctic Medicine; Director, Doctoral Program of the Thule Institute tosaði um International Multidisiplinary Higher Education and Research og eisini um Master Program in Circumpolar Health and Wellbeing –MCH. Eisini tosaði Dr. Kristianna Hammer um “Considerations and Challenges in Establishing of Master Education in the Faroe Islands“.

Hendan ráðstevna var tað fyrsta  innan økið “Health and Well Beeing”. Her komu sera góð sjónarmið fram og sera góðir møguleikar eru fyri samstarvi við øll tey lond, sum eru í hesum felagsskapi.  Serliga verður hugsað um samstarv innan Master og Ph.d útbúgvingingina innan sjúkrarøktarvísindi, til dømis við at hava skiftislesandi eisini innan hesi bæði økini á Master og Ph.d støði.

I hesum londum eru fylgjandi Universitet tilknýtt hendan felagsskap:University of Oulu, Oulu Finland. Center of Health Edication, Nuuk, Greenland. Luleå University of Technology, Luleå, Sweden.Northen State Medical University, Arkhagelsk, Russia. Northen –Arctic- Federal Univeresity, Arkhagelsk, Russia. University of Lapland, Rovaniemi, Finland. University of Manitoba, Winnipeg, Canada. University of Soutern Denmark, Esbjerg, Denmark

Næsta seminar verður í Nuuk í septembur í ár.

Fleiri upplýsningar kunnu leitast fram á heimasíðuni hjá Uarctic