Kristianna Hammer lagt fram nýtt vísindaligt háttalag innan sjúkrarøktargransking
Kristianna Hammer, lektari á Sjúkrarøktarfrøðideildini, hevur í døgunum 19- 20. mars 2015 luttikið á “Caring Science, Nordic/European Conference, sum var hildin á Diakonissestiftelsen, Keypmannahavn, Danmark.
Kristianna helt ein fyrilestur um granskingarháttalagið: “Insights from drawing as method in a qualitative study of hope ”. Hesin fyrilestur er sprottin burturúr greinini við sama heiti. Greinin verður væntandi útgivin seinast í àrinum.
Teir báðir bólkarnir, Det Europæiske Akademi for Caring Science (EACS) og Nordic College of Caring Science (NCC), skipa fyri ráðstevnuni.
“Caring Science” leggur dent á at skapa vísindaliga vitan um menniskjað í ymiskum lívsstøðum og í ymiskum mentanarligum sambondum, serstakliga í sambandi við sjúku og líðing. Tign og rættvísi eru í miðdepli, tá ið ein mennir lívsáskoðan fyri heilsu og vælveru.
Á ráðstevnuni var orðaskifti og kunning um sjúkrarøktarvísindi í ymiskum fakligum tilgongdum og í ymiskum mentanarligum kørmum.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...