Kristianna luttók í “Scientific Meeting í Barcelona
10.02.2012
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Kristianna luttók í “Scientific Meeting í Barcelona

Tann 19.-20. januar 2012 var Kristianna Hammer, lektari á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum á Fróðskaparsetri Føroya, ein av luttakarunum í “Scientific Meeting -EUROPEAN ACADEMY OF NURSING SCIENCE” í Barcelona. Her helt hon ein fyrilestur um sína gransking.


Sum Schollar í European Acedemy of Nursing Science felagnum var hon boðin til at halda fyrilesturin um sína gransking ”Portraying hope. A study among woman newly diagnosed with gynaecoloical cancer”.  

Kristianna byrjaði við at greiða frá um Føroyar, geografi, søgu, mentan, politikk og um Fróðskaparsetrið. Eisini greiddi hon frá síni gransking. Hon endaði við at leggja dent á, at hon sum limir í hesum felagskapi, hevði áhuga fyri framhaldandi samstarvi viðvíkjandi menning, gransking og undirvísing í sjúkrarøkt í Føroyum.

Ritgerðin
Ritgerðin var vard august 2010, á Odense Universitetshospitali. Ritgerðin inniheldur tríggjar ymiskar granskingar, sum eru umrøddar í trimum ymiskum greinum, umframt eina samanskriving.

  • Tann fyrsta greinin er ein metasyntesa av vón. The Meaning of Hope in Nursing Research: a Meta-Synthesis (published in Scandinavian Journal of Caring Science in 2009).
  • Onnur greinin er ein granskingarsamrøða: Hope as experienced in Women newly diagnosed with Gynecological Cancer  (published in The European Journal of Oncology Nursing in 2009).
  • Í triðju greinini nýtti Kristianna ein nýggjan granskingarhátt innan sjúkrarøkt, nevnd visuel metodologi: Hope pictured in Drawings by Women newly diagnosed with Gynecological Cancer er ikki útgivin enn, men er til audit hjá The Journal Cancer Nursing.


Støðið undir kanningini er ein fatan av sjúkrarøkt sum eina virkis vísindagrein, staðsett í økinum ímillum nátturðu-, hug-, samfelags- og heilsuvísind. Í hesum økinum mennir sjúkrarøkt egið vitanarøki við egnum ástøði og granskingarháttaløgum. Hendan ritgerðin er ein partur av hesi menning. At hjálpa sjúklingum at finna vón í sjúku og líðing er ein av hornasteinunum í sjúkrarøkt, har tign, virðing, frælsi og umsorgan eru grundleggjandi virðir. Vitan um, hvussu sjúklingar sjálvir uppliva vón – og vónloysi – akkurát tá teir fáa at vita diagnosuna, fer at styrkja grundarlagi fyri sjúkrarøktarvitan, sum hervið økir fatan um og handlimøguleikar hjá sjúkrarøktarfrøðingum.

Ùrslitið av ritgerðini vísir á eina syntesu av vón, sum ávísir tríggjar síður, eina interna, eina eksterna og eina relationella síðu sum hava sínámillum samband, har vónloysið vísir seg sum ein myrkur fylgisveinur, sí myndina har hetta er víst sum ein prismu design við trimum síðum.

At tað í úrslitinum er ávist eitt tætt samband ímillum vón og vónloysi styðjar undir tørvinum fyri at sjúkrarøktarfrøðingar og onnur heilsustarvsfólk stuðla sjúklinginum at finna og varðveita vónina frá tí teir fáa diagnosuna at vita.

Nýggj vitan úr hesi kanningini er háttalagið at nýta samrøðu kombinerað við tekningum og vitan um, at vónin eisini verður stimulerað ígjøgnum ta ytri megina frá nattúrini. Tekningin og samrøðan um tekningina gav eina størri fatan av fyribrigdinum ”upplivilsi av vón”. Henda kanning, sum skapar nýggja vitan um royndirnar hjá sjúklingum við vón sum heild og lýsir vón hjá kvinnum, sum nýliga hava fingið staðfest krabbamein í undirlívinum, hevur stóran týdning fyri kliniska sjúkrarøkt. Somuleiðis kunnu úrslitini og teirra egnu royndir og vitan av vón skapa orðaskifti millum sjúkrarøktarfrøðingar.

Vón kann geva lívsmegi, tá sjúklingurin nýliga hevur fingið staðfest sjúku ella á annan hátt hevur brúk fyri stuðul og umsorgan.

European Academy of Nursing Science
European Academy of Nursing Science er ein sjálvstøðugur stovnur, sum er skipaður av einstaklingum, sum hava framt eitt týdningarmikið íkast til frama fyri sjúkrarøktarvísindi í Europa við stipendium og gransking. Felagsskapurin var stovnaður í 1998: søgan í stuttum v/ professor Rosemary Crow, stovnandi forkvinna í EANS, sæst here.