Krúnprinsurin í Kongshøll
Seinasta hósdag, 23. august, varð skipað fyri stórum íverksetaratiltaki í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum.
Endamálið við tiltakinum var at finna tann, sum skal umboða Føroyar í altjóða CBC finaluni (Creative Business Cup) í Keypmannahavn 26. og 27. november. Á tiltakinum vóru tað fimm nýggjar spennandi íverksetarafyritøkur, sum løgdu fram. Vinnarin varð Sverri Nolsøe við verkætlanini SafeFriend.
Nú tiltakið fall saman við krúnprinsavitjan, var tað H.K.H. Krúnprinsurin, sum handaði virðislønina.
Ólavur Ellefsen, stýrisformaður fyri Fróðskaparsetur Føroya, endaði tiltakið við eini røðu um útbúgving og íverksetan í Føroyum. Til ber at lesa hesa HER
Hugskotið, Íverksetarahúsið, Vinnuframi og Fróðskaparsetur Føroya fyriskipaðu íverksetaratiltakið.
Vinnarin, Sverri Nolsøe
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...