28.04.2018
Lestrarskrivstovan
Skriva út

KST í fjarlestri í Norðurlondum

Hósdagin 3. mai verður skipað fyri ráðstevnu á Panorama, Hotel Hafnia, um royndir úr Norðurlondum við KST (kunningar- og samskiftistøkni) í fjarlestri.


Her fær almenningurin høvi til at fáa innlit í, íblástur og nýggja vitan um hetta spennandi evnið.

Í framløgu verða royndir úr Føroyum við KST í fjarlestri framlagdar, eisini hvat sjálv tilgongdin hevur givið. Nordplus-verkætlanin “Silent learners” og royndir við at brúka KST í fjarlestri eru eisini á skránni. Skipaðar verða tvær verkstovur, har evnini verða ávíkavist "Menning av útjaðara og vaksnamannalæring" og "Talgild amboð til samstarv - staðsett og on-line". Tað verða Torhild Slåtto and Alastair Creelman, sum leiða verkstovurnar.

NVL-netverkið "Distance" hevur arbeitt við at menna KST í vaksnamannalæring í meira enn 10 ár. Tað eru limir úr Finnlandi, Svøríki, Norra, Danmark, Føroyum, Íslandi og Grønlandi. "Distance" veitir ráðgeving fyri lærarar, veitarar og áhugaði innan KST, hetta fyri at deila royndir og at læra hvør av øðrum. Eisini er ætlanin at breiða út vitan um on-line læring og at menna fjarlestrarundirvísingartilboð fyri vaksin á øllum útbúgvingarstigum.

Tiltakið verður sum nevnt 3. mai 2018, frá kl. 9.00 til 16.00 á Panorama, Hotel Hafnia.

Tilmelding og nærri kunning HER