KT-verkfrøði størsta hold á Fróðskaparsetri Føroya í 2018
Stórur áhugi er fyri KT-verkfrøði, og í ár vóru 51 umsóknir til útbúgvingina. Tá avtornaði fingu 45 bjóðað lestrarpláss á 3-ára longu BSc.-útbúgvingini KT-verkfrøði, harav 38 tóku av tilboðnum.
Soleiðis gjørdist KT-verkfrøði tað størsta holdið á Fróðskaparsetri Føroya, sum byrjaði í 2018. Síðani komu tvey avboð, soleiðis, at tey nú eru 36 skrásett lesandi.
KT-verkfrøði útbúgvingin verður einamest rikin av trimum starvsfólkum á Náttúruvísindadeildini í samstarvi við leysalærarar úr KT-vinnuni og við fjarlestri (25%) frá Mittuniversitetinum í Svøríki, smb. samstarvsavtalu frá 2010.
Tvey KT-verkfrøði hold í gongd samstundis, umframt lesandi frá eldri holdum
Í KT-verkfrøði er upptøka annaðhvørt ár. Á holdinum, sum byrjaði í 2016, eru 22 skrásett lesandi í KT-verkfrøði. Á verandi holdum (2018-2021 og 2016-2019) eru soleiðis 58 skrásett lesandi í KT-verkfrøði á Fróðskaparsetur Føroya, harav 53 p.t. eru aktiv lesandi (fylgja skeiðum). Harafturat eru 18 lesandi seinkaði (ikki givin) frá trimum eldri holdum, tí tað er ikki óvanligt at brúka meira enn 3 ár uppá lesturin í KT-verkfrøði. Tískil eru nú 76 skrásett lesandi í KT-verkfrøði, við lestrarbyrjan 2018.
KT-verkfrøði er ein krevjandi útbúgving, sum fá gera lidna uppá normeraða tíð, eisini vegna tess at nógv av teimum arbeiða við síðuna av lesnaðinum. Hetta kemst av, at stórur tørvur er á KT-verkfrøðingum, soleiðis, at tey KT-lesandi lætt finna arbeiði í lestrartíðini. Talið av lidnum lesandi veksur tó við tíðini, tí hesi gera seg lidnan so við og við.
Áleið 30-35% gjøgnumføra útbúgvingina
Tað eru 12 liðug frá holdinum 2010-2013, harav tann higartil seinasti gjørdi seg lidnan í summar, 2018. Tað eru 10 liðug frá holdinum 2012-2015, har tveir helst vera lidnir afturat í ár. At enda eru higartil 4 liðug frá 2014-2017 hodinum, og tveir afturat gera seg lidnan í ár.
Tilsamans eru 26 liðug og 4 skjótt liðug frá hesum trimum holdum ella í miðal uml. 10 lesandi pr. hold, sum blíva liðug (uppgjørt, 31.08.2018). Tey skrásettu á hesum trimum holdum vóru ávikavist 42, 39 og 27 ella tilsamans 108, so í miðal ca. 30% gjøgnumføra lesnaðin av teimum, sum vóru skrásett at hava tikið av lestrartilboði.
Hagtølini skeiklast nakað av, at tað altíð eru nøkur av teimum sum taka av lestrartilboði, sum ongantíð byrja lesturin ella gevast heilt skjótt, men telja sum fráfall í próvbókini. So, helst eru tað nakað fleiri enn 30%, sum gjøgnumføra lesnaðin (leysliga mett 35%), av teimum sum veruliga byrja lesnaðin og fara til próvtøkur.
Menning av KT-vinnu og -útbúgving í Føroyum
Stóri áhugin fyri KT-verkfrøði útbúgvingini teknar gott fyri menningina av KT-vinnuni í Føroyum, sum tørvar fleiri KT-verkfrøðingar. Ætlanir eru eisini um at menna BSc-útbúgvingina enn meira, og byrja menning av MSc-útbúgving innan KT, um neyðug fígging og fleiri starvsfólk kunna setast.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...