04.03.2010
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

KT verkseting og ”effektir”

Týsdagin 9. mars, kl. 19.30-21.30 er framløga á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum. Gransking: THS í føroyska heilsuverkinum. Gestafyrilestrahaldarar eru Lektor Poul Erik Rostgård Andersen og lektor Bjarne Rerup Schlichter.


Við árslok 2010 nýta yvir 1000 starvfólk í heilsuverkinum Talgildu Heilsuskipanina. Heilsumála-ráðið hevur síðan 2005 staðið fyri at ment og síðani verksett THS á sjúkrahúsunum og hjá kommunulæknunum. Talan er um størstu og mest krevjandi KT-verkseting í Føroyum nakrantíð. Tvey granskingartoymi frá Århus Universitet, við viðurkendum granskarum á odda, hava eygleitt verksetinginina ávikavíst ”effektirnar”. Fyrilestrarnir eru almennir og viðkomandi fyri øll, ið hava áhuga fyri gransking ella leiðslu av KT-ætlanum, bæði innan privata og almenna geiran.

THS savnar allar upplýsingar um sjúklingar í eini KT-skipan. Við hesari verkætlan verða allir heilsu-upplýsingar hjá tí einstaka føroying-inum tøkar uttan mun til, um ein fer til kommunulækna, til serlækna, fer til kanningar í einum ambulatorium ella verður innlagdur á einum av okkara trimum sjúkrahúsum.

Og seinni verður skipanin eisini tøk hjá heimarøktini (Nærverkið) og barnatænastuni (Gigni).
Hetta merkir ein meira dagførd sjúklingajournal og atgongd til meira fullfíggjaðar sjúklingaupplýsingar uttan mun til, hvar sjúklingurin ella tey avvarðandi møta heilsuverkinum.
 
At umskipa pappírsjournalir til talgildar journalir er ein stór, víð-fevnd og kompleks prosess. Henda umskipan trívur grundleggjandi inn í arbeiðsgongdir og siðvenjur hjá starvsfólkunum á sjúkrahúsunum og hjá kommunulæknunum.
 
Tann loysnin, íð verður sett í verk, nevnist Cosmic, og er ment av svensku KT-fyritøkuni Cambio og verður veitt fyritøkuni Logica í sam-starvi við Elektron. Logica veitir eis-ini Cosmic til donsk sjúkrahús, m.a. sjúkrahúsini á Fyn og suðurjútlandi.

Í Føroyum hava vit valt at nýta somu skipan í øllum heilsuverkinum. Nógvir fyrimunir eru við hesum, t.d. er altíð dagført yvirlit yvir heilivágin og blóðroyndir.

Tveir granskarar frá Handels-højskolen, Aarhus Universitet, fylgja við verksetanini av THS í Føroyum.


Álit og verkseting
Bjarne Rerup Schlichter, lektari,  hevur í sambandi við sína ph.d. verkætlan fokus á, hvussu arbeiðið við verksetingini er skipað, og hvussu álit til verkætlanina verður skapt og viðlíkahildið. Hesi viður-skifti hava serligan áhuga í einum so kompleksum organisatiónsstrukturi og við so nógvum ymiskum og sterkum áhugabólkum, sum talan er um í heilsuverkum.
Effektir av THS

Lektari Povl Erik Rostgård Andersen er leiðari fyri ein bólki av granskarum, sum eisini fylgir verk-setanini av THS. Her er fokus á tær effektir, ið nýtslan av THS hevur við sær, tá skipanin er komin í trygga legu.

Og effektir kunnu sum dømi vera, hvussu THS ávirkar tíðarnýtsluna ella arbeiðsmynstur hjá starvs-fólkum, um og hvussu góðskan av viðgerðini ávirkast, ella hvussu kunningin ella tænastan mótvegis sjúklingum og avvarðandi ávirkast.

T.d. bendu fyribils úrslitini í oktober 2009 á, at læknar og sjúkrarøktarfrøðingar hava betri og meira fullfíggjaðar upplýsingar tøkar, soleiðis at sjúklingarnir kunnu verða betur og skjótari viðgjørdir.

2 Fyrilestrar 9. mars kl. 19.30
Bjarne og Povl Erik eru í Føroyum í viku 10 og leggja síni úrslit fram – í, har teir eisni fara at leggja fram úrslitini frá teirra gransking fyri almenninginum.


Í tveimum framløgunum, á 45 min., fara teir at viðgera og leggja upp til kjak um hesi evni:

1.Er tað øðrvísi at verkseta KT í heilsuverkinum enn í øðrum geirum?
2.Hvussu hava brúkararnir upplivað verksetingina?
3.Hvønn týdning hevur álit (til loysnina og verksetingarorgan-isatiónina) havt fyri verkseting-ina?
4.Hvørjar effektir fær føroyska heilsuverkið við THS?
- Verður viðgerðin av sjúklingum skjótari og betri?
- Hava læknin og sjúkrarøktar-frøðingurin betri upplýsingar tøkar í viðgerðini og røktini?
5.Hvussu virkar THS-loysnin í Føroyum samanborið við EPJ-verksetanir aðrastaðni?


Týsdag 9. Mars 2010
kl. 19.30 – 21.30

Áhoyrararnir fáa ein kaffimunn í kantinuni í steðginum millum teir báðar fyrilestrarnar.
Sjúkrarøktarfrøðiskúlin
Jónas Broncks gøta 25