KU søkir eftir ph.d.-lesandi í føroyskari ferðavinnu
Ph.d.-skúlin á Humanistiska fakultetinum á KU søkir eftir fólki við áhuga í at lesa ph.d. í aktuellum føroyskum viðurskiftum á Institut for Nordiske Studier og Sprogvidenskab (NorS) frá 1. september 2021
Ph.d.-starvið er, eins og eitt lektorat, fíggjað av donsku fíggjarlógini við tí tvíbýtta endamálinum at styrkja føroyska útbúgvingar- og granskingarøkið á Humanistiska Fakultetinum á KU og skapa sterkari og meira bindandi samstarvssambond millum fakultetið og Fróðskaparsetur Føroya.
Bergur Rønne Moberg er settur í umrødda lektarastarvið frá 1. apríl, og hann er tí farin í farloyvi frá Føroyamálsdeildini. Bergur Rønne Moberg arbeiðir í løtuni saman við øðrum á KU við at fyrireika eina talgilda masterútbúgving millum Setrið og KU við arbeiðsheitinum, "Digital Collaboration. Empowering the local to solve business cooperation."
Ph.d.-starvið, sum KU nú lýsir við, hevur føroyska ferðavinnu sum granskingarevni.
Tann ph.d.-lesandi skal kanna skjótt vaksandi ferðavinnuna í Føroyum og hennara mongu møguleikar og íbygdu avbjóðingar. Burðardygd verður í lýsingini av starvinum nevnt sum eitt lyklaorð.
Umsóknarfreistin er 31. mai klokkan 23.59.
Lesið meira her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...