Kunning um kvotu 1-umsóknir í Føroyum og Danmark (1)
16.06.2016
Setursskrivstovan Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Kunning um kvotu 1-umsóknir í Føroyum og Danmark

Umsóknarfreistin á Setrinum er 1. juli á midnátt og freistin í Danmark er 5. juli á middegi


Í hesum sambandi skipar Lestrarskrivstovan / Altjóða Skrivstovan fyri kunningartiltaki um umsóknartilgongdina. Tað verður mikudagin 22. juni frá kl. 16.15 til 18.00.  

Kunningin verður í tveimum umførum.

Frá kl. 16.15 til 17.00 verður kunnað um kvotu 1-umsóknir til Setrið.

Frá kl. 17.15 til 18.00 verður kunnað um kvotu 1-umsóknir til hægri lestur í Danmark.

Kunningartiltakið verður í Lestrarskrivstovunnar í J. C. Svabos gøtu 7, men tiltakið verður eisini stroymt á einum leinki, ið verður lagt út seinni.

Stroymingin sæst her.

Umsóknarfreistin eftir kvotu 1 á Fróðskaparsetrinum er 1. juli á midnátt. Tú kanst søkja um upptøku á Fróðskaparsetri Føroya her.