Skriva út
Kunning um kvotu 2
Í fjør var á fyrsta sinni møguligt at søkja inn til hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya gjøgnum kvotu 2.
Kvota 2 er ætlað teimum, sum ikki hava nóg gott miðaltal frá gymnasialum miðnámsskúla, ella umsøkjari hevur annað javngott prógv á sama stigi ella hægri. Her verða eisini aðrir førleikar enn gymnasialt miðnámsskúlaprógv tiknir við í metingina.
Freistin at søkja gjøgnum kvotu 2 varð broytt til 15. mars í ár, í fjør var freistin 2. juli. Hetta er gjørt fyri at lætta um viðgerðina av umsóknunum. Boð um upptøku verða (fyri bæði kvotu 1 og 2) send í seinasta lagi mánadagin 15. juli 2013.
Sigast má, at tað er stórur áhugi fyri at søkja gjøgnum kvotu 2. Tá freistin var úti vóru 124 umsóknir komnar.
Býtið gjørdist soleiðis:
- Lærari 36
- Námsfrøði 32
- Sjúkrarøktarfrøði 34
- Føroyskt 5
- Politikkur og umsiting 6
- Sosialvísindi og samfelagsplanlegging 7
- Søga 4
Upp til 20% av teimum lesandi verða tikin inn eftir kvotu 2-skipanini.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...