07.04.2017
Søgu- og samfelagsdeildin Lestrarskrivstovan Til lesandi Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Kunning um masterútbúgvingarnar á Søgu- og samfelagsdeildini

Fríggjadagin 7. apríl fara útbúgvingarleiðarar og studentar greiða frá um masterútbúgvingarnar á deildini


Umhugsar tú at taka eina masterútbúgving innan søgu- ella samfelagsliga økið, so fært tú alla ta kunning, tú hevur brúk fyri komandi fríggjadag

Fríggjadagin 7. apríl skipar Søgu- og samfelagsdeildin fyri almennari kunning um masterútbúgvingarnar á deildini.

Kunningartiltakið byrjar kl. 14.00, og skráin er hendan.

14.00 Bárður Larsen

- M.A. í lóg (umsóknarfreist 1. juli)

14.30 Gestur Hovgaard

- M.A. í Politikki og umsiting (umsóknarfreist 1. juli)

- MA í Søgu (umsóknarfreist 1. juli)

- M.A. í Sosialvísindum og samfelagsplanlegging (umsóknarfreist 1. juli)

15.00 Lau Blaxekjær

- M.A. í West Nordic Studies – Governance and Sustainable Management (GG.: umsóknarfreist 1. mai)

15.30 Studentaframløgur

- Lóg

- Søga; Samfelagsvísindi og samfelagsplanlegging; Politikkur og umsiting

- West Nordic Studies

Eftir framløgurnar verður høvi at koma á tal við undirvísingarleiðarar, lesandi og starvsfólk á deildini.

Tiltakið er almennt og verður eisini stroymt her.