Kunning um nýggju masterútbúgvingina West Nordic Studies
25.03.2015
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Kunning um nýggju masterútbúgvingina West Nordic Studies

Komandi lestrarár bjóðar Fróðskaparsetur Føroya út eina nýggja masterútbúgving: West Nordic Studies í almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu.


Útbúgvingin er skipað saman við Ilisimatusarfik í Grønlandi, Háskólan á Akureyri, Háskúla Íslands í Reykjavík og Universitetet i Nordland á vesturstrond Noregs og byrjar á heysti í 2015. Talan er um eina nýggja altjóða og tvørfakliga masterútbúgving í útnorðurnámi, almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu. Nýggja masterútbúgvingin gevur lesandi framúr møguleikar at ávirka menningina í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Vesturnoregi, og gevur lesandi góðar møguleikar at flyta seg millum ymisku økini í útnorðri.

Masterútbúgvingin gevur ítøkiliga vitan um arktiska økið, umframt førleikar at leiða og viðgera samtíðarspurningar og samtíðarkjakevni í søguligum høpi, t.d. samfelagsligar broytingar, verðurlagsbroytingar og spurningar um burðardygd.

Tað verður Lau Øfjord Blaxekjær, útbúgvingarleiðari, ið fer at greiða frá útbúgvingini og svara spurningum.

Vit síggjast mánakvøldið 30. mars kl. 19 á Søgu- og Samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøtu 25, gøtuhæddini, Tórshavn.

Les meira um útbúgvingina her