02.10.2013
Skriva út
Kunning um Stavaran
Gev gætur, at verandi útgáva av Stavaranum virkar IKKI til Microsoft Office 2010 64 bit og til Microsoft Office 2013 yvirhøvur.
Hetta stendst av nøkrum broytingum, sum Microsoft seinnu árini hava gjørt í málhandferini í MS Office. Hesar broytingar eru teir ikki stórvegis sinnaðir at geva okkum innlit í. Hetta er óheppið, tí slíkt innlit er altavgerandi neyðugt fyri at tillaga Stavaran til nýggjastu útgavur av MS Office.
Útlitini fyri eini loysn eru óviss. Í løtuni er støðan tann, at Setrið er farið í samráðingar við útlendskar 3. parts veitarar, men greitt er longu nú, at møguligar loysnir haðani væntandi ikki eru eins dygdargóðar og brúkaravinarligar sum tann, vit kenna í verandi Stavara.
Meir kunning kemur, tá id meir er at frætta.
Les meira um Stavaran her
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...