Kunning um stuðul til ph.d.-verkætlanir
15.11.2013
Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin Føroyamálsdeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Kunning um stuðul til ph.d.-verkætlanir

Hósmorgunin 21. november skipa Granskingarráðið og netverkið Ph.d.-spírar á Fróðskaparsetrinum fyri felags kunningarfundi.


Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, fer at kunna um møguleikar og krøv fyri stuðli úr Granskingargrunninum. Eisini fer hon at geva almenn ráð í sambandi við fyrireiking av ph.d.-verkætlanum. Møguleiki verður at seta spurningar og umrøða ítøkiligar ætlanir. Eisini ber til at gera avtalu um vegleiðing aftaná fundin.
 
Tiltakið verður í høllini hjá Fróðskaparsetrinum Jónas Broncks gøtu 25, veghædd frá kl. 9 til 10.
 
Øll eru vælkomin.