22.12.2011
Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Skriva út

Kunning um tiltakið “Economusée/Craft International”

Kunning um tiltakið “Economusée/Craft International” í samband við lýsing eftir luttakarum til verkætlanina.


Kunning um tiltakið “Economusée/Craft International” í samband við lýsing eftir luttakarum til verkætlanina.
 
Hvat er Economusée og Craft International
 
Economusée er upprunaliga eitt kanadiskt konsept, har grundsjónarmiðið er, at varðveita siðbundið handverk fyri eftirtíðina. Samstundis er málið, at geva ungdómi og ferðafólki høvi at síggja og uppliva eitt handborið mentanarligt handverk, ið mennir dygdarvørur til heimamarknaðin og ferðavinnuna. Tiltakið skal vera burðardygt, og skapa arbeiðspláss, serliga í útjaðaranum.
 
Verkætlanin byrjaði í 2008 og Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning kom at leiða føroyska partin. Hini londini, sum eru í netverkinum eru: Grønland, Ísland, Norra, Jämtland, Írland og Kanada.
 
Verkætlanin er fíggjað av Gransingardeplinum fyri Samfelagsmenning, NPP (Northern Periphery Programme), NORA, Vinnuframagrunninum, Mentamálaráðnum, umframt Innlendismálaráðnum og Klaksvíkar kommunu.
 
Málið er, at øll tey luttakandi londini tryggja, at tað verða sett á stovn Economusée í einstøku londunum. Í Føroyum er ætlanin at hava 4 til 5 tiltøk í 2014. Tiltøkini koma síðani at virka saman í netverkinum, ið hevur fingið heitið “Craft International”. Netverkið tryggjar, at handverkararnir koma at arbeiða saman tvørtur um landamørkini bæði í samband við marknaðarføring og fakliga menning. Samstarv við ferðavinnuna kemur at verða ein týðandi partur av virkseminum. 
 
Tey, sum játta at gerast partur í Craft International, skulu lata hurðarnar upp fyri almenninginum og bjóða læruríkar og áhugaverdar upplivingar.
 
Eitt virkið, ið fær heitið Economusée skal innihalda hesar 6 lutir:
1. Móttøka: handverkarin tekur ímóti, og gestirnir verða bodnir væl komnir
2. Verkstova: smiðurin/handverkarin vísir hvussu handverkið verður gjørt.
3. Framsýning: vísir søguna og tøknina handan handverkið, eitt nú í mynd og teksti.
4. Nýmenning: tað verður skipa fyri, at m.a. ungdómar og listafólki fáa høvi at nýmenna og skapa list burtur úr tí siðbundna. 
5. Dokumentatión: ið gevur tí vitjandi møguleika at seta seg nærri inn í fakliga evnið. 
6. Handil/kafé: her verða tær framleiddu vørurnar seldar, umframt aðrar vørur, ið eru knýttar til handverkið. Tann vitjandi/kundin skal hava høvi at keypa sær ein m.a. ein kaffimunn.
 
Tey virkir/tiltøk, ið gerast partur av verkætlanini, koma saman við verkætlanarleiðaranum og fakfólkum, sum eru knýtt til verkætlanina (søgufrøðingur, fólkalívsfrøðingur, sniðgevi, arkitektur) at samstarva um hvussu tiltakið skal evnast til.
 
Sáttmálið verður gjørdur millum partarnar, har samstarv og avtalur um m.a. framferð, innihald og netverk verður orðað. Hetta arbeiði er í stoypiskeiðini nú, og tí koma tey fyrstu Economusée´ini, at luttaka í tilevningini.
 
Luttakarar í fylgibólkinum fyri Economusée (føroyska partinum).
 
Dennis Holm, leiðari á Granskingardeplinum
Olga Biskopstø, verkætlanarleiðari
 
Jógvan Mørkøre
Hans Andrias Sólvará
Elisbeth Eldevig
Gunnhild Dahl Niclasen
John Eysturoy