SSS, rd
16.12.2010
Skriva út

Kunningar- og samskiftisfólk til Fróðskaparsetur Føroya

Søkt verður eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og miðvísum kunningar- og samskiftisfólki til Fróðskaparsetur Føroya. Umsóknarfreistin er 12. januar 2011.


Kunningar- og samskiftisfólkið er knýtt at Setursskrivstovuni, sum er miðfyrisitingin á
Fróðskaparsetrinum. Í løtuni eru 13 starvsfólk beinleiðis knýtt at Setursskrivstovuni.


Fremsta uppgávan hjá kunningar- og samskiftisfólkinum er at samskipa og menna heimasíðuna hjá Setrinum. Aðrar týðandi uppgávur eru at gera kunningartilfar, samskipa starvsfólkatiltøk umframt arbeiða við vanligum kunningar- og fyrisitingarmálum.


Høvuðsuppgávur

• hava ritstjórnaliga ábyrgd av heimasíðuni
• samskipa arbeiðið við støðugt at dagføra innihald og snið
• gera mannagongdir sum góðskutryggja og menna heimasíðuna
• samskipa kunningar- og lýsingarherferðir
• samskipa innanhýsis kunning og samskifti
• lýsa innanhýsis heimasíðupolitikk, reglur og mannagongdir saman við heimasíðubólkinum
• læra starvsfólk at brúka heimasíðuskipanina
• gera brúkaravegleiðingar til heimasíðuna
• umsita brúkarar á heimasíðuni


Førleikakrøv

Tú skalt hava bachelor- ella kandidatútbúgving ella samsvarandi útbúgving frá lærdum háskúla.
Harumframt skalt tú hava hollar royndir og vitan frá samskiftis- ella kunningararbeiði.


Vit ímynda okkum, at tú:
• sum persónur er ágrýtin, miðvísur og hevur evni og hegni til at arbeiða sjálvstøðugt
• dugir væl at samstarva í toymi, er ábyrgdarfullur og álítandi
• dugir væl at skriva og skrivar rætt, serliga á føroyskum, men eisini á enskum
• er framkomin teldubrúkari
• hevur góðan kunnleika til ymisk tekstviðgerðarforrit
• skal læra at brúka ritstjórnarliga partin av typo3-skipanini (í minsta lagi svarandi til skeiðið
“Redaktør udvidet”, leinki: linkfactory.dk)


Tað er ein fyrimunur, um tú:
• skilir hvussu html virkar
• hevur gott skil fyri PR-arbeiði
• dugir at brúka forrit til at gera lýsingar, eitt nú í PhotoShop, Illustrator
• hevur gott innlit í og áhuga fyri universitetsheiminum

Løn og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.


Umsókn

Umsókn við viðkomandi skjølum skal sendast til:


Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovuna
J.C. Svabos gøtu 14
Postrúm 272
FO-110 Tórshavn


Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. januar 2011. Starvið verður sett 15. februar 2011 ella skjótast til ber.

Fleiri upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á heimasíðuni www.setur.fo. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rúnu Hjelm, fyrisitingarstjóra á runah@setur.fo ella á telefon 292504 ella Jóan Paula Joensen, rektara á jopajo@setur.fo ella á telefon 292503.


Fróðskaparsetur Føroya hevur sum høvuðsuppgávu at inna gransking og veita frálæru á hægsta altjóða stigi. Hesar deildir og skúlar, ið øll bjóða út hægri útbúgvingar, hoyra undir Fróðskaparsetrið: Føroyamálsdeildin, Náttúruvísindadeildin, Søgu- og samfelagsdeildin, harundir Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin. Arbeitt verður framvegis við bygnaðarbroytingum. Samlaða nettoútreiðslujáttanin fyri 2010 er 68 mió. kr. Umleið 100 starvsfólk arbeiða á Fróðskaparsetri Føroya. Tað eru umleið 540 fulltíðar lesandi á Fróðskaparsetri Føroya