04.05.2011
Føroyamálsdeildin Náttúruvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Kunningartiltak í Miðlahúsinum

Í kvøld 4. mai 2011 skipar Fróðskaparsetur Føroya fyri kunningartiltaki í Miðlahúsinum. Her verður møguleiki at fáa nærri innlit í tær útbúgvingar, sum Setrið bjóðar út til lesandi.



Umboð fyri allar útbúgvingarnar fara at siga frá og møguleiki verður fyri at seta spurningar.

Eisini fer Guðrið Hansdóttir at syngja og spæla.



Skráin verður hendan:

Kl.    Evni

19.30    Jóan Pauli Joensen, rektari bjóðar vælkomin
19.40    Føroya Læraraskúli hevur orðið
20.00    Náttúruvísindadeildin hevur orðið
20.20    Føroyamálsdeildin hevur orðið
20.40    Guðrið Hansdóttir syngur og spælir
20.50    Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya hevur orðið
21.10    Søgu- og samfelagsdeildin hevur orðið
21.30    Guðrið Hansdóttir syngur og spælir
21.40    Tikið verður samanum
 
 
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, har vit eisini bjóða kaffi, te ella smoothies.

Tiltakið verður sent beinleiðis á Rás 2