02.05.2012
Føroyamálsdeildin Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Kunningartiltak um útbúgvingarnar á Setrinum

Mikukvøldið 2. mai 2012 kl 19 verður stóra almenna kunningartiltakið um útbúgvingarnar á Setrinum.


Tiltakið verður hildið hjá Østrøm á Skálatrøð 17 í Tórshavn.

Her fara lesandi fyri allar útbúgvingarnar at siga frá. Eisini verða básar, har høvi verður at hitta granskarar og undirvísarar og frætta nærri um útbúgvingar og lestrarumstøður.

Studni og MFS luttaka eisini á tiltakinum og fara eisini at hava sínar básar.

Í steðginum fara Lív Næs og Tróndur Enni at spæla og syngja.


Skráin verður hendan:
19.00   Vælkomin og kunning um básarnar (Setrið, Studni, MFS)
19.10   Sigurð í Jákupsstovu, rektari bjóðar vælkomin
19.20   Føroyskt hevur orðið
19.35   Sjúkrarøktarfrøði hevur orðið
19.50   Samfelagsvísindi hevur orðið
20.05   Søga hevur orðið
20.20   Steðgur. Lív Næs og Tróndur Enni syngja og spæla.
20.40   Læraraútbúgvingin hevur orðið
20.55   Námsfrøði hevur orðið
21.10   Lívfrøði hevur orðið
21.25   KT-verkfrøði hevur orðið
21.40   Náttúruvísindi, hav og jarðfrøði, hevur orðið
22.00   Liðugt