07.02.2015
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Kunningartiltak um útbúgvingarnar á Setrinum

Komandi hóskvøld 12. februar verður skipað fyri almennari kunning um útbúgvingarnar á Setrinum, hesaferð í Suðuroy.


Tiltakið verður á Seglloftinum á Tvøroyri kl. 20. Her fáa fólk høvi at hoyra nærri um útbúgvingarmøguleikar á Setrinum til heystar.

Umsóknarfreist til at søkja inn til lestur á Fróðskaparsetur Føroya eftir kvotu 2 skipanini er mikudagin 15. apríl. Kvota 2 er møguleikin hjá teimum, har miðaltalið í gymnasiala miðnámspróvnum ikki er nóg gott, ella tey hava annað javngott prógv á sama stigi ella hægri. Tá verða eisini aðrir førleikar enn gymnasialt miðnámsskúlaprógv tiknir við í metingina.

Freistin at søkja inn eftir kvotu 1 er mikudagin 1. juli. Upptøka eftir kvotu 1 krevur gymnasialt miðnámsprógv við nóg góðum miðaltali + møgulig serkrøv.

Nærri kunning um útbúgvingarnar eru at finna her á heimasíðuni hjá Setrinum