Kunningin um grind skal eftirmetast
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu fingið 986.000 krónur frá Umhvørvisstýrinum í Danmark til at eftirmeta kunningina um dálkingarevni í grind
Verkætlanin eitur "The Arctic Dilemma – Evaluating 40 years of risk communication on marine contaminants on the Faroe Islands".
Tað er Elsa F. Helmsdal, cand.san, sum er verkætlanarleiðari, og harafturat eru fleiri aðrir granskarar knýttir at verkætlanini.
Endamálið við verkætlanini er at eftirmeta kunningina, ið hevur verið tey seinastu 40 árini um dálkingarevni í grind.
Síðst í 70’unum kom fyrsta grindatilmælið frá heilsumyndugleikunum, tí kanningar vístu, at kyksilvurinnihaldið í grind var høgt. Síðani tá eru tilmælini herd fleiri ferðir.
Í 2008 varð tilmælið enn einaferð hert, og hesaferð varð mælt frá at nýta grindahval sum mannaføði. Hetta tilmælið er grundað á tær kanningar, ið eru gjørdar á Deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu av fleiri túsund føroyskum børnum tey síðstu áratíggjuni.
Fyrsti partur av verkætlanini fer at greina innihald í ymiskum miðlum tey síðstu 40 árini um kunning um dálkingarevnum í grind.
Annar partur av verkætlanini fer at kanna, hvussu kunningin er móttikin og eftirlíkað. Hetta verður gjørt við millum annað einum spurnarblaði til ungar kvinnur.
Síðsti partur verður at kanna kyksilvurinnihaldið í hesum somu kvinnum.
Við at eftirmeta kunningina hesi síðstu áratíggjuni fáa vit vónandi betri innlit í, hvat hevur eydnast væl soleiðis, at hendan vitanin kann brúkast til onnur kunningarátøk um dálkingarevni.
Fleiri samfeløg eru í Arktis, har partur av teirra mati úr havinum er illa dálkaður, og tí kunnu tey møguliga eisini brúka royndirnar úr Føroyum í sínum fyribyrgjandi arbeiði.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...