Dekanurin komin eisini (3).JPG
Erla Olsen almannakunngjørdi fyrr í mánaðinum hesa tíðargreinina um læring og menning (Foto: Brynhild Thomsen)
Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini
21.07.2020
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Kunnleiki um læring og menning er fortreyt fyri vitan og vøkstri

- Í dagsins samfelag verða persónar ikki bert virdir fyri, hvat teir vita, men í alt størri mun eisini fyri, hvat teir kunnu gera við tað, sum teir vita

Eg eri lívfrøðingur við sergrein í sambandinum millum plantur og soppar, og hvussu hetta kann ávirkast av m.a. veðurlagsbroytingum.
Onkur spurdi meg fyri nøkrum árum síðani, hví eg við mínari bakgrund arbeiði á Námsvísindadeildini heldur enn á deild, har arbeitt verður við náttúruvísindum.
Svarið er einfalt: Eg vil gera mun!
Við míni fakligu vitan í lívfrøði, eri eg tilvitað um, at samfelagið má virka á burðardyggari grund, og at veðurlagsbroytingar eru ein tann størsta hóttanin, sum er fyri framtíðina.
Hetta eru ikki viðurskifti, sum vit fáa loyst her og nú, men vit mugu í dag mynda og menta framtíðina soleiðis, at komandi ættarlið hava somu møguleikar sum tey ættarlið, sum liva í dag.
Onnur innan útbúgvingarøkið við aðrari fakligari bakgrund hava onnur faklig viðurskifti, sum tey síggja at vera grundleggjandi fyri framtíðina, men felags fyri okkum øll er okkara fatan av, at arbeiðið við at mynda og menta framtíðar ættarlið er ein tann munabesti hátturin at geva okkara íkast, nú og í framtíðini.
Námsvísindadeildin er í so máta í eini lyklastøðu, tí vilja vit gera broytingar, so er staðið, sum útbýr bæði lærarar og námsfrøðingar sera effektivt. Ikki soleiðis, at tað sæst her og nú, men tað sæst, sum frálíður.
Ofta hoyra vit, at ungdómurin nú er annaðhvørt betri ella verri sammett við fyrr. Og upp gjøgum skúlaskipanina verður mangan víst á, at tað er liðurin frammanundan, sum ikki hevur gjørt sína skyldu.
Tað kann vera, at næmingarnir í hádeild ikki duga tað, teir skulu, tí tey í miðdeild ikki hava havt nøktandi tilfar, ella tað kann vera, at tey í miðnámi siga, at teir næmingar, ið tey fáa, ikki eru á nóg høgum fakligum stigi.
Soleiðis hevur helst altíð verið sagt, men tað sigur helst ikki so nógv um næmingarnar, sum tað sigur um tað samfelagið, vit liva í, tí grundleggjandi vitanin verður alsamt meira umfatandi og meira samansett.
Til dømis lærdi okkara ættarlið sera lítið um DNA, tá vit gingu í skúla. Nú er DNA partur av grundleggjandi vitanini, sum vit sum samfelagsborgarar eru noydd at fyrihalda okkum til.
Vit hava øll hoyrt um arvaligar sjúkur, og flestu okkara hava tilknýti til onkran, sum hevur eina arvaliga sjúku. Í hesum døgum mugu vit eisini fyrihalda okkum til, at koronakanningar nýta ílegutøkni at finna fram til smittu, og at hesar hava potentiali fyri at kunna verða brúktar til annað enn koronakanningar, og tí er krav um loyvi frá Dátueftirlitinum fyri at gera hesar kanningar.

Vitan og vøkstur
Tann vitan, sum einstaki borgarin í dag hevur, kann ikki samanberast við ta vitan, sum fólk høvdu fyrr. Harvið er ikki sagt, at fólk fyrr vóru meira óvitandi, enn vit eru í dag, men heldur, at tey høvdu eina aðra vitan. Eina vitan, sum hóskaði til ta tíð og tað samfelag, sum tey livdu í.
Tað munnu vera fá, sum duga at lesa veðurtekn í dag, og mong eru handverkini, sum ikki eru so vanlig longur. Harvið er heldur ikki sami tørvur á, at hvør einstakur borgari kennir so nógv til hesi fornu viðurskifti, men ístaðin eigur hvør einstakur borgari at kenna til onnur minst líka fjøltáttað viðurskifti, sum til dømis koronakanningarnar omanfyri.
Ymsar kanningar eru, sum hava kannað, hvussu væl skúlanæmingar eru fyri.
Eitt dømi um hetta eru PISA-kanningarnar, sum ikki bara kanna um næmingarnir, tá kravda skúlagongdin er um at vera av, duga at endurgeva tað, tey hava lært, men eisini verður kannað, hvussu væl næmingarnir duga at gagnnýta tað, sum tey hava lært, og duga at nýta vitanina í ókendum høpi, bæði í og uttan fyri skúlan.
Hesin háttur tekur atlit at tí veruleika, at í dagsins samfelag verða persónar ikki bert virdir fyri, hvat teir vita, men í alt størri mun eisini fyri, hvat teir kunnu gera við tað, sum teir vita.
Og at gagnnýta vitan eru førleikar, sum eru neyðugir í informasjónsmeldrinum í 21. øld, tí upplýsingarnar eru óendaliga nógvar, og fyri at fáa gagn úr teimum og finna teir røttu, er neyðugt bæði við kritiskari hugsan, kreativiteti, samstarvi, hegni og vitan um kunningartøkni og miðlar.
Hetta eru førleikar, sum vit eiga at megna á øllum stigum, frá fólkaskúla til miðnám og Fróðskaparsetur, men eisini longur fram á leið, tí vit verða ongantíð liðugt lærd.

Samfelagið
Dagsins samfelag er eitt heilt annað enn fyri bert nøkrum áratíggjum síðan, og heilt onnur krøv verða sett til borgaran í dag enn fyrr.
Tey størv sum ikki krevja útbúgving fækkast í stórum, og áneyðirnar til førleikar í KT og tøkni sum heild eru helst størri, enn vit geva okkum far um, tí tað munnu vera fá tól, sum ikki onkursvegna hava onkran elektronikk ella eru stýrd av KT-loysn.
Hesar samfelagsbroytingar má samfelagið fyrihalda seg til, og tí hava øll framkomin samfeløg eitt útbúgvingarverk, sum ofta er fyri skotum og verður skýrt fyri til dømis at taka avgerðarrættin frá fólki ella fyri at vera afturút, tá tað ræður um tíðarinnar krøv.

Lærustovnar
Í ár eru 150 ár síðani, at læraraútbúgving varð stovnað í Føroyum.
Tað var ikki bara av tilvild, at hon varð sett á stovn, men fyri at lúka krøv, sum samfelagið setti til undirvísingarskyldu. Um samfelagið setti krav til borgararnar um, at teir skuldu í skúla, so mátti samfelagið eisini tryggja, at skikkaður lærari var, og tí varð læraraskúli stovnaður í 1870 sum fyrireiking til undirvísingarskylduna, sum kom í 1872.
Læraraútbúgvingar mugu fyrihalda seg til fleiri javnvágir, sum hava havt skiftandi týdning í skiftandi tíðum. Her kunnu verða nevnd fyribrigdi sum heim, skúli og samfelag, umframt tað støðuga kjakið um fakliga vitan, og hvussu hon best kann miðlast við atliti at tí einstaka og støðuni, sum tann einstaki er í.
Ofta verður sagt, at tað er torført at broyta skúlan, og tó er skúlin í dag ikki tann sami, sum tá vit gingu í skúla.
Í mínari tíð er skúlagongdin broytt frá sjey ára undirvísingarskyldu til níggju ár. Í dag eru flestu børn í barnagarði, og tey flestu taka nú miðnám, umframt at nógv fara undir universitetslestur. Øll eru farin eitt stig upp á útbúgvingarstiganum.
Fyri 12 árum síðan vórðu lærara- og námsfrøðingaútbúgvingarnar gjørdar til universitetsútbúgvingar – t.v.s. at tær, í góðum samsvari við alla útbúgvingarskipanina, vórðu lyftar eitt stig upp. Hetta hevur fingið summi at óttast, at praktisku førleikarnir hjá teimum útbúnu vikna av akademiska háttalagnum, men tað er tvørturímóti heldur soleiðis, at tað er styrkt, tí nú skulu teir praktisku førleikarnir ikki bert roynast í verki, men skulu eisini eftirmetast og setast í ein akademiskan samanhang.
At lærara- og námsfrøðingaútbúgvingarnar eru lyftar upp á universitetsstig er ein altjóða gongd, sum ikki steðgar við bachelorstigi. Í løtuni hava øll londini kring okkum uttan Danmark gjørt læraraútbúgvingarnar til masterútbúgvingar. Samstundis vita vit, at tað eru støðugt fleiri bæði lærarar og námsfrøðingar, sum leita sær útbúgving á masterstigi uttanlands. Hetta kemur ikki av ongum, men tí samfelagið ásannar, at tørvur er á uppstigan samsvarandi økta tørvinum á vitan.
Tí er tað, at kunnleiki um læring og menning er grundarlagið undir samfelagnum, tí fyri at fakliga vitanin skal festa seg, er neyðugt at hon verður miðlað rætt.

Kunnleiki um læring og menning er fortreyt fyri vitan og vøkstri. Grundarlagið undir samfelagnum er júst vitan og vøkstur, og eitt samfelag, sum er grundað á vitan, veit eisini, hvussu týdningarmiklir lærustovnar eru, og tí tryggjar eitt vitanarsamfelag eisini lærustovnarnar, so teir framhaldandi útvega nýggja vitan ikki bert um klassisku vísindafakini, men eisini um læring og menning og harvið tryggja, at allir landsins borgarar hava hóskandi vitan um øll neyðug viðurskifti

(Tíðargreinin stóð upprunaliga í Sosialinum tann 3. juli 2020)