Annika Sølvará
02.10.2007
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Kunnskap og makt -Beinta í Jákupsstovu

Bókin Kunnskap og makt - Færøysk helsepolitikk gjennom 150 år lýsir hugburðin í føroyskum heilsupolitikki frá fyrst í 19. øld og fram til heimastýristíðina. Sambandið millum kunnskap og makt er knýtt at hugsunarhátti heldur enn persónum. Tórshavn 2006, 446 síður, myndir. Kr. 290.00 - ISBN: 99918-65-02-0.


Bókin Kunnskap og makt lýsir hugburðin í føroyskum heilsupolitikki frá fyrst í 19. øld og fram til heimastýristíðina. Sambandið millum kunnskap og makt er knýtt at hugsunarhátti heldur enn persónum. Viðgerðin byggir millum annað á greinir og frágreiðingar, sum læknar hava skrivað um føroysk heilsuviðurskifti í læknatíðarritum og fyri donsku heilsumyndugleikarnar. Hugsan teirra um, hvørji tiltøk áttu at verðið sett í verk, ber dám av læknafrøðiligu vitanini í samtíðini. Eitt nú fór tann nýggja læran um bakteriur seinast í 19. øld at seta reinføri í miðdepilin. Men frágreiðingarnar hjá læknunum vísa, at ikki bara læknafrøði stýra frásjón og fatan hjá serfrøðingum. 

Ymiskir tættir í føroyskari heilsupolitiskari søgu verða lýstir, teirra millum framvøksturin av kommunlæknaskipanini og av sjúkrakassum.

Bókin hevur 13 kapittul:

l . kap.: Ástøði

2: kap.: Føroya søga

3.-4. kap.: I. skeið: Skráseting av heilsustøðuni í danska ríkinum

5.-8. kap.: II. skeið: Liberalisma undir umsorgan og eftirliti ríkisins

9.-12. kap: III. skeið: Føroyskt sjálvræði og/ella atgongd til ágóðar í danska vælferðarríkinum

13. kap.: Luttakarar og áskoðarar í føroyskum heilsupolitikki

Fylgiskjøl:       Skrá yvir allar kommunulæknar fram til 1950

Fróðskapur gevur bókina út. Hon er 446 s. og hevur 36 fotomyndir umframt strikumyndir, talvur og tekstmyndir. Ingi Joensen hevur gjørt permumyndina, og bókin er prentað á Føroyaprent. Útgávan er stuðlað av Vísindagrunni Føroya Sparikassa, av Grunni Onnu Djurhuusar til áminnis Sverra Fon og av Universitetinum í Bergen.

Bókin kostar 290 kr í bókahandlunum. ISBN: 99918-65-02-0.