Kvíggjevni – ein kontrafaktisk søga
22.08.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Kvíggjevni – ein kontrafaktisk søga

Kvíggjevni verður sagt um eina kvígu, sum ikki verður kviðin, og um eina konu, sum ikki fær børn. Her verður ein roynd gjørd at greina upprunan at hesum orði. Útgangsstøðið er, at formurin kvíggjevni er ein yngri umtulking av einum eldri orði, nevniliga kvígini, og ikki øvut. Her fari eg at spyrja. Hvat hevði hent, um tað, sum hendi, ikki var hent; ella við øðrum orðum: Um nú kvíggjevni hevði verið tann upprunaligi formurin, hvussu høvdu vit so kunnað greinað hann málsøguliga. Tað kontrafaktiska liggur í at grundgeva fyri, at evni upprunaliga hevur verið partur av hesum orði, hóast vit vita, at soleiðis hongur tað ikki saman málsøguliga.


Orsøkin til at eg skrivaði henda stubban var, at eg í juni mánaði í 2012 kom á tal við ein miðaldrandi skúvoying á hvíldarheiminum í Havn, og hann hevði góðan hug at práta um mál. Millum annað fall prátið niður á orðið kvíggjevni, sum hann kendi væl. Um eg kendi orðið? Nei, mátti eg ásanna, men hann vildi vita, hví vit søgdu so um eina kvígu, sum ongantíð verður kviðin og um eina konu, sum ikki fær børn.

Skal eg siga sum er, so helt eg seinna lið vera sjálvsagdan, tí eg helt, at orðið evni mátti sipa til eginleikarnar fáa avkom. Ivaðist í fyrra liði, meira um tað seinni. Men tá ið eg hevði kannað tað, kom eg eftir, at orðið kvíggjevni upprunaliga einki hevur við evni at gera, men er ein umtulking av einum øðrum orði. Hesin stubbin snýr seg um tað, at eg fór skeivur í tulkingini av orðinum evni í kvíggjevni, men í staðin fyri at gloyma mín býttisskap í hesum máli, havi eg valt at seta hann inn í ein ástøðiligan samanhang, nevniliga kontrafaktisismu.

Kontrafaktisisma

Hesa støðuna við tveimum orðum við somu tilvísing fari eg her at seta inn í ein sonevndan kontrafaktiskan samanhang. Kontrafaktisisma er eitt søguvísindaligt háttalag, sum viðger tað øvuta av tí, sum veruliga hendi. Í kontrafaktiskari søguskriving spyrja søgufrøðingar av onkrari orsøk, hvat hevði hent, um nú úrslitið av einari ávísari hending hevði verið øðrvísi enn tað í roynd og veru gjørdist: Hvat hevði hent, um tað, sum hendi, ikki hevði hent, ella hvat nú, um...

Seta vit spurningin um kvíggini og kvíggjevni inn í henda samanhangin, kunnu vit siga, at formurin kvíggini ikki er áhugaverdur, tí at hann svarar so væl til tann norrøna formin. Tað er eingin ivi um, at hann er tann eldri og søguliga rætti – hann liggur tí upprunaliga norrøna forminum nærri enn kvíggjevni. Vit kunnu siga, at hetta er tann søguligi veruleikin, tí vit ivast ikki í, at  soleiðis hanga hesi viðurskiftini saman søguliga. Í einum søguvísindaligum samanhangi kunnu vit siga, at tann søguligi veruleikin er, at kvígini eina ferð í tíðini broyttist til kvíggini. Hesin søguligi veruleikin er líka “sannur” sum tann sannroynd, at Føroyar vóru hersettar av bretum undir krígnum. Men hvat hevði hent, um bretar ikki hertóku Føroyar? Á sama hátt kunnu vit spyrja, hvat var hent, um kvígini ikki var broytt til kvíggini? Kundi úrslitið av søgugongdini tá havt verið kvíggjevni? Tað vita vit ikki, men tað kundi verið. Her eru vit inni á tí sonevnda kontrafaktiska háttalagnum, sum setur spurningin: Hvat hevði hent, um tað, sum hendi, ikki var hent? Í tí liggur, at so hevði okkurt annað hent. Tá kundi tað verið, at veruleikin var, at kvíggjevni hevði verið tann upprunaligi formurin, meðan kvíggini hinvegin tá hevði verið ein yngri formur. Hetta kunnu vit siga, tí at ein merkingarlig greining av kvíggjevni gevur meining.

Hetta er eitt slag av kontrafaktiskari málsøguskriving. Tað er ein ikki óáhugaverdur spurningur, tí orðið kvíggjevni gevur góða meining reint merkingarliga. Kanna vit merkingarnar hjá orðinum evni, hóskar ein teirra væl til innihaldið í hesum hugtakinum, og tað kann vera ein orsøk til, at seinni partur í orðinum kvíg(g)ini eina ferð í tíðini er vorðið umtulkað til evni. Ljóðfrøðiliga líkjast orðini nógv, har fyrri partur er tann sami, meðan seinni partur ávikavist hevur endingarnar -ini í kvíggini og –evni í kvíggjevni.

Kvíggjevni og kvíggini

Vit hava tvey orð um hetta sama fyribrigdið, nevniliga kvíggjevni og kvíggini (hvørkikynsorð). Hesi bæði orðini hava uttan iva sama uppruna, og helst man formurin kvíggini vera tann eldri ella upprunaligi í føroyskum, tí at ein tilsvarandi formur kvígini við somu merking finst í norrønum. Hinvegin man kvíggjevni vera ein seinni umtulking í føroyskum, tí at eingin formur svarandi til kvíggjevni finst hvørki søguliga (í norrønum) ella samtíðarliga (í okkara grannamálum). Tí sigi eg, at kvíggini er tann upprunaligi formurin í føroyskum.

Samanbera vit tann norrøna formin kvígini við tann føroyska formin kvíggini, er munurin, at tann føroyski formurin hevur fingið skerping. Skerpingin er ein reglulig málsøgulig broyting í føroyskum samanborið við norrønt. Broytingin av kvígini til kvíggini er hend á tann hátt, at fyrst er g’ið í kvígini horvið úr framburðinum, og síðan er skerpingin innkomin. Skerpingin kemur inn millum herðingarsterk tvíljóð og endingarsjálvljóð og eftir herðingarsterk tvíljóð, t.d. > búgv og búa > búgva, kví > kvíggj, kvía > kvíggja.

Uppruni

Tá ið vit skulu taka støðu til, hvør formur er tann upprunaligi, eru ið hvussu er tríggir ástøðiligir møguleikar: (1) kvíggini vorðið til kvíggjevni, (2) kvíggjevni vorðið til kvíggini, (3) bæði orðini hava “altíð” verið nýtt.

Ein háttur at fáa avgjørt hvør formur er tann elsti er at samanbera við onnur mál, og tá er natúrligt í fyrstu syftu at kanna eftir, hvør formur finst í okkara grannamálum. Og tað vísir seg, at formar, ið svara til føroyskt kvíggini finnast aftur í okkara grannamálum; hinvegin havi eg ikki funnið nakað orð í grannamálunum, ið svarar til kvíggjevni. Í teirri upprunafrøðiligu íslendsku orðabókini, Orðsifjabókini (Ásgeir Blöndal Magnússon, 1989) finna vit bara kvíggini (norrønt/íslendskt kvígini), og tað bendir uttan iva á, at í føroyskum samanhangi er kvíggini tað upprunaliga, meðan kvíggjevni er ein yngri umgerð ella umtulking, sum er hend í føroyskum, nær er ilt at siga.

Tað er einki, ið merkingarliga bendir á, at fyrri liður í kvíggjevni er kvennkynsorði kvíggj, til tess liggja merkingar ov langt frá merkingini í kvíggjevni.[1] Her er sostatt einki, ið sipar til merkingina, sum vit hava í kvíggjevni, og í Orðsifjabókini er heldur einki, ið bendir á, at tað er kvennkynsorðið kvíggj, sum stendur sum fyrri liður í kvíggjevni. Tí mugu vit royna at finna frágreiðingina onkra aðrastaðni.

Kvíguevni > kvíggjevni

Tann íslendska upprunafrøðiliga orðabókin, Orðsifjabókin, sigur, at tað er orðið kvíga, sum liggur í tí norrøna orðinum kvígini. Og tað man vera lítið at ivast í, at so er. Um vit nú siga, at kvíggjevni hevði verið tað upprunaliga orðið, hvussu høvdu vit so kunnað greinað ta málsøguligu gongdina? Ein møguleiki kundi tá verið, at eina ferð í tíðini hevði eitt orð, kvíguevni, verið til í málinum, og seinni í tíðini var hetta orðið síðani broytt til kvíggjevni. Ein møguleiki at sett ta málsøguligu gongdina upp kundi verið: kvíguevni > kvígevni > kvíggjevni. Gongdin kundi tá verið tann, at fyrst datt g’ið í kvígu burtur. Um so var, høvdu trý sjálvljóð staðið lið um lið, nevniliga í+u+e. Síðan fall tað herðingarveika u’ið í kvígu burtur við teirri avleiðing, at tvey sjálvljóð stóðu eftir, í og e (kvígevni); síðan er skerpingin komin inn millum hesi bæði sjálvljóðini (kvíggjevni). Ein slík ljóðfrøðilig tulking byggir í fyrra lagi á eina meginreglu í føroyskum, sum sigur, at herðingarveik endingarsjálvljóð falla burtur framman fyri sjálvljóð í næsta stavilsi, sbr. t.d. dunnuungi > dunnungi, Mylluáin > Mylláin. Í øðrum lagi, at millum herðingarsterkt tvíljóð og herðingarveikt endingarsjálvljóð kemur skerpingin inn.

Evni

Omanfyri varð tann formligi parturin viðgjørdur. Seinni partur av okkara tankaeksperimenti snýr seg um at grundgeva fyri, at evni upprunaliga hevur hoyrt til orðið kvíggjevni (hóast vit vita, at tað ikki er í samsvari við ta “sonnu” søguna). Her snýr tað seg um at grundgeva fyri, at evni upprunaliga hevur verið partur av hesum orði, tí at ein av merkingunum hjá orðinum evni hóskar væl til merkingina í kvíggjevni. Evni hevur fleiri merkingar, og ein teirra sipar til eina livandi veru, sum hevur nakrar íbygdar eginleikar til nakað størri, og hesir eginleikar eru evnini ella ílegurnar at kunna fáa avkom. Hesa merking av evni síggja vit t.d. í samansettum orðum, eitt nú í mansevni og helst eisini í kongsevni. Móðurmálsorðabókin lýsir mansevni sum “tilfar til rættan mann, unglingi, ið gevur góðar vónir”. Henda merking hóskar væl til innihaldið í kvíggjevni, tí at tá kunnu vit tulka evni sum eginleikar, ið ein kvíga hevur til at menna eginleikarnar at kunna fáa avkom. At hesir eginleikar ikki eru komnir til sjóndar í kvíggjevninum undirbyggir kanska nettupp, at talan er um eginleikar ella menningarmøguleikar, sum liggja har, og sum eina ferð kunnu koma til sjóndar, hóast teir ikki gera tað nú.

Í einum mansevni liggur tilfar til ein rættan mann, hóast tað ikki er komið heilt í ljósmála, og kongsevni sipar til góðar eginleikar, sum ein kongur eigur at hava í sínum ílegum, og sum vónandi fara at koma fyri ein dag seinni í tíðini.

Seta vit nú hesar merkingar í samband við kvíggjevni, kunnu vit siga, at í einum kvíggjevni er tilfar ella eginleikar til at kunna fáa avkom. At tað so einki spyrst burturúr hesum góða kvíggjevni kann verða ein yngri merking, sum hevur trokað ta upprunaligu positivu merkingina út. Her koma vit inn á eitt serføroyskt lyndiseyðkenni, tí føroyingar kunnu vera eitt sindur forrendir at gera gjøldur burtur úr teimum, ið víkja frá tí vanliga, og júst tí kann tann niðrandi merkingin ‘ikki at fáa avkom’ verða íkomin. Tað eru dømi um, at ein, ið ikki hevur hegni til bóndaskap, kann verða eyknevndur bóndin o.s.fr.

Endi

Orðini kvíggjevni og kvíggini merkja tað sama, nevniliga ein kvíga, sum ikki verður kviðin og ein kona, sum ikki fær børn. Men tann søguligi veruleikin er við heilt stórari vissu, at kvíggjevni er yngri enn kvíggini. Í hesum stubbanum sigi eg sum so, at um nú kvíggini ikki var tann upprunaligi formurin, hvat hevði so kunnað verið hent? Tað kontrafaktiska  liggur í tí, at so hevði kvíggjevni kunnað verið tann upprunaligi formurin, tí at orðliðurin evni hevur eina merking, sum gevur meining í hesum orði, og tað er nettupp grundin til, at formurin kvíggjevni er uppkomin í seinni tíð. Men soleiðis hongur tað altso ikki saman málsøguliga.

Og so kann eg skoyta uppí til endans, at grundin til, at summi orð verða umtulkað ella endurgreinað er, at tann upprunaliga merkingin hjá orðinum gerst fólki fremmand, og tá ið fólk ikki longur finna meining í orðinum, umtulka tey orðið til nakað annað, sum líkist formliga, tí tey fegin vilja vita, hví tað eitur, sum tað ger.


[1] 1 (gl.) girðing el. tippi at goyma seyð og kálvar í  2 (søg.) pláss í haganum har ið ærnar vórðu mjólkaðar (Sv); (kvæð.) hann rak sína smalu til kvíggjar  3 (í bjørgum) lítið laðað tippi at taka fugl í, tøka (5), kvíggir eru smáar rættir, ið lomvigin verður rikin í og tikin við hondunum; vit gjørdu kvíggj á helluni og róku fuglin í tað  4 (stb.) díki, keksi (3), stykkið er traðkað ella komið upp í eina kvíggj; sbr. keksi