Kvinnur og menn í miðlum – Sex and the City
20.03.2017
Lestrarskrivstovan Setursskrivstovan Søgu- og samfelagsdeildin Føroyamálsdeildin
Skriva út

Kvinnur og menn í miðlum – Sex and the City

Týsdagin 21. mars, kl. 16.00 verða tveir spennandi almennir fyrilestrar í Norðurlandahúsinum í fyrilestrarøðini VITSKA: "Sex and the City" og "Miðlar og kyn", sum báðir snúgva seg um almenna rúmið í mun til kynini, men frá hvør sínum vinkli.


www.youtube.com/watch ávirka miðlar og arkitekturur okkara hugsanir um kvinnur og menn? Í hvønn mun er kyn avgerandi fyri byggisnið og samferðslu? Hvussu skipa vit almenna rúmið fyri øll?

Hesi evni verða viðgjørd á einum tiltaki í fyrilestrarøðini VITSKA í Norðurlandahúsinum týsdagin 21. mars kl. 16.00-18.00. Tiltakið er fyriskipað í samstarvi millum Javnstøðunevndina, Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetur Føroya.

Skráin er hendan:

  • Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almanna- og javnstøðumálum, innleiðir tiltakið.
  • Anja Hirdman fer í fyrilestri sínum Miðlar og kyn at viðgera stereotypar umboðanir, og hvussu miðlar ávirka okkara væntanir og hugsanir um kyn.
  • Gísli Marteinn Baldursson fer í fyrilestrinum Sex and the City at tosa um, hvørji árin kyn hevur á okkara bygda umhvørvi. Í túsundtals ár eru býir skaptir og bygdir av monnum. Í øllum frá byggisniði til samferðsluhættir hava kvinnur verið noyddar at fylgja leiðini, sum mannfólkaveldið hevur slóðað. Hetta kann broytast, og tekin eru um, at hetta longu er við at broytast. Av tí at helvtin av mannaættini nú býr í býum, er bygda umhvørvið alt týdningarmeiri í arbeiðnum fyri javnstøðu millum kynini.

Aftaná hvønn fyrilestur ber til at seta spurningar. Orðstýrari er Óluva Zachariassen.

Anja Hirdman

Anja Hirdman er miðlagranskari við universitetið í Stockholm. Hon granskar miðlar, mentan, visuelt samskifti, kyn, kenslur og myndir og týdning teirra. Hon hevur millum annað granskað, hvussu menn og kvinnur verða lýst í ymsum miðlum, t.d. í tíðindabløðum, lýsingum, sjónvarpi og sosialum miðlum. Hirdman hevur m.a. skrivað bøkurnar Tilltalande bilder (2002), sum snýr seg um, hvussu kyn og seksualitetur verða lýst í tíðindabløðum, Den ensamma fallosen (2007), Döden i medierna; Våld, tröst och fascination (2012), Mediers känsla för kön (2015), og hon arbeiðir í løtuni við eini bók um, hvønn týdning kenslur hava í audiovisuellum miðlum.​

Gísli Marteinn Baldursson

Gísli Marteinn Baldursson er sjónvarpsvertur og serliga kendur fyri kjaksendingina “The Week with Gísli Marteinn” í RÚV. Hann var Loeb Fellow við Harvard Graduate School of Design 2014-2015, býráðslimur í Reykjavík 2002-2013 (varalimur 2002-2006) og hevur eina MSc í The City frá University of Edinburgh.