16.04.2015
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Kvøldseta í Bókbindaragøtu

Í sambandi við 50 ára føðingardagin hjá Setrinum í ár skipa lesandi á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi fyri kvøldsetu.


Tiltakið verður í hølunum Bókbindaragøtu 8 í morgin, fríggjadagin 17. apríl kl. 18.

Á skránni er:

  • 18.00 Vælkomin.
  • 18.10 Regin Berg heldur fyrilestur um Skotska valið. Regin lesur á Søgu- og samfelagsdeildini.
  • 18.30 Filmur um Námsvísindadeildina verður vístur fram.


Framsýningar:

  • Hvat er ljóðskrift? Ein yrking í fleiri málførum. Framsýning frá Føroyamálsdeildini.
  • Kreativa breytin á Námsvísindadeildini vísir ymiskt fram tað ið tey hava arbeitt við.


Møguleiki verður fyri práti við lesandi og ábit verður at fáa.

Seturskafein skipar fyri pubquiz kl. 19.00.

Øll lesandi og starvsfólk eru hjartaliga vælkomin!