Freist 1 juli (2).jpg
Brynhild Thomsen
21.06.2021
Setrið
Skriva út

Kvota 1: Umsóknarfreistin er 1. juli

Á midnátt 1. juli er seinasta freist at søkja um upptøku til útbúgving á Setrinum gjøgnum kvotu 1 til komandi lestrarár

Ætlar tú tær at søkja inn á Setrið gjøgnum kvotu 1 í ár, so er at spíska blýantin og fáa skjalprógv til vega nú.

Umsóknarfreistin er á midnátt hósdagin í næstu viku, og í tí sambandi hava tit kanska tørv á vegleiðing. Hana fáa tit á Lestrarskrivstovuni í J.C. Svabosgøtu 7, sum hevur telefonnummar 352520 og teldupostadressu lss@setur.fo.

Avgreiðslutíðirnar eru millum klokkan 10 og 15.

Tit kunnu støkka inn á gólvið, skriva ella ringja, og so fáa tit vegleiðing.

Nógvar spennandi útbúgvingar eru at velja í, og tit kunnu lesa nærri um tær her.

Lesið meira um upptøku her.