Kvota 2: Evstamark nærkast
Lestrarskrivstovan hevur víðkaðar upplatingartíðir mikudagin, nú umsóknir gjøgnum kvotu 2 skulu latast inn áðrenn midnátt hósdagin 15. apríl
Ætlar tú tær at søkja inn á Setrið gjøgnum kvotu 2 í ár, so er at spíska blýantin og fáa øll skjalprógv til vega nú.
Freistin er nevniliga á midnátt hósdagin í hesi vikuni, og í tí sambandi hava tit kanska tørv á vegleiðing. Hana fáa tit á Lestrarskrivstovuni í J.C. Svabosgøtu 7, sum hevur telefonnummar 352520 og teldupostadressu lss@setur.fo.
Avgreiðslutíðir eru vanliga millum 10 og 15, men mikudagin 14. apríl eru upplatingartíðirnar longdar til klokkan 18 í sambandi við umsóknarfreistina.
Tit kunnu støkka inn á gólvið ella ringja, og so fáa tit vegleiðing.
At skriva umsókn gjøgnum kvotu2 er sum at skriva umsókn til starv, har tú skalt sannføra móttakaran um, at tú ert tann rætta/rætti til at fáa plássið. Og allar royndir skulu eisini skjalprógvast.
Vit hava savnað mong góð ráð her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...