Kvota 2: Nógv fleiri umsóknir
Á midnátt 1. mai var evstamark at søkja inn til lestur á Setrinum gjøgnum kvotu tvey. 144 umsóknir komu inn, og tað eru nógv fleiri enn í fjør
Kreppustøðan við koronukríminum hevði við sær, at upprunaliga umsóknarfreistin til kvotu 2, ið var tann 15. apríl, bleiv útsett til 1. mai.
Kvota 2 er fyri umsøkjarar til bachelorlestur, sum ikki hava nóg høgt miðalpróvtal í gymnasiala miðnámsprógvnum til upptøku gjøgnum kvotu 1, umsøkjarar, sum hava útlendsk miðnámsprógv, ella umsøkjarar, sum ikki hava miðnámsprógv. Og mong hava í ár valt møguleikan at søkja gjøgnum kvotu 2.
Vøksturin er 37 prosent
Nakrar útbúgvingar á Setrinum taka bara næmingar inn annaðhvørt ár. Í ár verður aftur upptøka á Náttúruvísindadeildini at lesa bachelor í KT-verkfrøði, lívfrøði og mýlalívsvísindum.
Í ár verða samanlagt 11 bachelorútbúgvingar bodnar út. Meira kann lesast um útbúgvingarnar í okkara e-faldara her.
Býtið av umsóknum gjøgum kvotu 2 er í ár soleiðis (tølini skulu takast við ávísum fyrivarni):
Útbúgving | Umsóknir |
Sjúkrarøktarfrøði | 41 |
Námsfrøði | 37 |
Fólkaskúlalærari | 34 |
KT-verkfrøði | 10 |
Mýlalívsvísindi | 7 |
Búskaparfrøði | 5 |
Lívfrøði | 3 |
Politikkur og umsiting | 3 |
Søga | 2 |
Føroyskt | 1 |
Sosialvísindi og samfelagsvísindi | 1 |
Samanlagt | 144 |
Til samanberingar var talið av umsóknum gjøgnum kvotu 2 samanlagt 105 í fjør, so umsóknartalið er vaksið við 37 prosentum.
Býtið av umsóknum líkist annars tí, sum vit hava sæð fyrr í kvotu2-skipanini, har útbúgvingarnar sjúkrarøktarfrøði, fólkaskúlalærari og námsfrøði eiga nógv tann størsta partin.
Í ár eru 41 kvotu2-umsóknir til sjúkrarøktarfrøði, sammett við 36 í 2019, 37 umsóknir til námsfrøði, sammett við 29 í 2019 og 34 kvotu2-umsóknir til fólkaskúlalærara, sammett við 20 í 2019. Sostatt er stórur vøkstur í talinum av umsóknum til fólkaskúlalæraraútbúgvingina í ár.
Upptøkukravið til bachelorútbúgvingar á Setrinum er gymnasialt miðnámsprógv, umframt at tað til nakrar av útbúgvingunum krevst, at umsøkjarin lýkur møgulig serkrøv. Nærri kunning um serkrøv eru at finna á heimasíðuni undir teimum einstøku útbúgvingunum. Leinki er eisini til einstøku útbúgvingarnar gjøgnum e-faldaran, sum nevndur er omanfyri.
Freistin at søkja inn gjøgnum kvotu 1 er 1. juli á midnátt, og tá verður einans hugt eftir miðalpróvtalinum í gymnasiala miðnámsprógvnum hjá umsøkjaranum.
Nærri kunning um upptøku sæst HER
- 15.01.2025 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiEin lýsing av korum hjá sálarsjúkum í sløk 200 árNýggj grein gevur innlit í, hvussu livkorini hava verið h...
- 15.01.2025 SetriðStýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya 2025 - 2028Nú skeiðið hjá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya gekk...
- 10.01.2025 Setrið NámsvísindadeildinNÁD-granskarar í SosialinumFyrsta fríggjadag í hvørjum mánaði í 2025 verða greinar í...