Kvota 2: Nú er at skriva umsókn!
Ætlar tú tær at søkja um lestrarpláss á Setrinum gjøgnum kvotu 2, so hava tínar lívsroyndir og tínar grundgevingar týdning og ávirkan
Um góðar tvær vikur, tann 1. mai, er freistin at søkja um lestrarpláss á Setrinum gjøgnum kvotu 2.
Tá søkt verður gjøgnum kvotu 2, skulu umsøkjarar skjalprógva tær royndirnar, sum verða nevndar í umsóknini. Og nú vandin fyri krúnukrími hevur sett so mangt í undantaksstøðu, gjørdi leiðslan á Fróðskaparsetrinum av at leingja umsóknarfreistina við teimum vikum til 1. mai. Á hendan hátt fáa umsøkjarar betri møguleika at fáa neyðugu skjalprógvini fyri starvsroyndum og øðrum til vega.
Gott at minnast til
Rannvá Dávadóttir, sum er leiðari á Lestrarskrivstovuni á Setrinum, heldur, at umsøkjarar ikki altíð virða sínar egnu royndir nóg nógv.
- Ofta halda fólk, at eitt nú arbeiðsroyndir á eini bensinstøð, ella royndir sum sjálvboðin venjari í fimleiki ikki eru so viðkomandi fyri umsókn um lestrarpláss, men so er ikki. Umsóknir gjøgnum kvotu 2 verða viðgjørdar út frá eini heild, og eisini út frá teimum grundgevingum, sum umsøkjarin hevur, sigur Rannvá Dávadóttir.
Fyrr í vikuni var hon gestur í Góðan Morgun Føroyum í Kvf, har hon kom við góðum ráðum til umsøkjarar um, hvat er gott at hava við í umsóknunum. Og at tað, sum nevnt, helst er meira, enn tey flestu geva sær far um.
Ætlar tú tær at søkja gjøgnum kvotu 2, lurta so eftir samrøðuni við Rannvá Dávadóttir her.
Les meira um kvotu 2 her.
Og les um tær mongu og spennandi útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...