Kvotu 2-krøv til hægri útbúgvingar í Føroyum og í Danmark
27.01.2014
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Kvotu 2-krøv til hægri útbúgvingar í Føroyum og í Danmark

Upptøkan eftir kvotu 2 er fyri umsøkjarar, sum av ymsum orsøkum ikki kunnu verða tiknir upp á hægri útbúgvingum eftir kvotu 1, ella har umsøkjari hevur annað javngott prógv á sama stigi ella hægri.


Tá verða eisini aðrir førleikar enn gymnasialt miðnámsskúlaprógv tiknir við í metingina. Útlendskir umsøkjarar og tey sum skulu hava undantaksloyvi skulu eisini søkja gjøgnum kvotu 2, har umsóknarfreistin er 15. mars 2014 bæði í Føroyum og í Danmark. (Tá mann søkir eftir kvotu 1, verður bert hugt at miðaltalinum frá miðnámsskúlapróvnum. Umsóknarfreistin er fyrst í jululi.) 

Tað er útbúgvingarstaðið, sum setir treytirnar fyri kvotu 2 á ymsa útbúgvingunum. Útbúgvingarstaðið tekur upp við støði individuellari meting av hvørjari kvotu 2-umsókn.   Krøvini kunnu vera ymisk frá útbúgving til utbúgving.

Hvør kann søkja?
Lestrarplássini á kvotu 2 eru fyri tað mesta avmarkað frá 10 % og uppeftir, og tey kunnu søkjast av fylgjandi:

  • Umsøkjarar, sum hava annað upptøkugrundarlag enn gymnasialt miðnámsskúlaprógv, men sum kann javnsetast við tað.
  • Umsøkjarar við einum altjóða, útlendskum prógvi.
  • Umsøkjarar, sum søkja inn á eina útbúgving við upptøkuroynd og/ella upptøkusamrøðu sum upptøkukrav.
  • Umsøkjarar, sum ynskja/søkja undantak frá kravinum um atgongugevandi prógv.
  • Umsøkjarar, sum hava atgongugevandi prógv og lúka upptøkutreytirnar, men sum hava tørv á at verða mettir eftir øðrum skjalprógvaðum førleikum, afturat miðaltalinum – t.d.:

    - Partur av hægri útbúgving
    - Viðkomandi ískoytisfak og karakterirnir frá atgongugevandi próvnum
    -
    Arbeiðsroyndir (viðkomandi)
    -
    Háskúlauppihald ella uppihald í útlandinum
    -
    Frítíðarleiðari, venjari og líknandi

Tann motiveraða umsóknin
Í sambandi við flestu kvotu 2-umsóknir skal mann eisini skriva eina motiveraða umsókn/ævisøgu, sum kann vera sera avgerandi. Motiveraða umsóknin skal siga nakað um tína motivatión, tínar orsøkir og mál við at søkja inná útbúgvingina, og tínar førleikar, evni og eginleikar. Tað skal vera ein persónlig lýsing av tí, ið tú vilt leggja áherðslu á í sambandi við umsóknina. Hon skal geva eina fatan av tær, hvussu búgvin tú ert, tínum førleikum og tínum hugsanum í sambandi við lesturin. Vís, at tú hevur kunnleika til útbúgvingina.
Minst til at hugleiða um tínar royndir frá vinnulívsarbeiði, ískoytisútbúgvingum, sjálvbodnum arbeiði, uppihaldi uttanlands o.s.fr. Spyr teg sjálva/n: Hvørjar førleikar hava ymsu royndirnar givið mær?
Hvat havi eg lært? Og hví haldi eg, at hetta hevur týdning fyri lesturin?
Set teg til dømis saman við øðrum, sum kenna teg væl. Tosa við tey um, hvørjar førleikar ella gávur, tey síggja í tínum royndum. Hvat vísa tínar royndir, at tú dugir væl?
Kom í gongd við umsóknina í góðari tíð, soleiðis at tú nært at rættlesa hana væl.

Á nøkrum útbúgvingum er umsóknartrýstið stórt, og tí eru ávísir førleikar ofta eitt krav, fyri at verða tikin upp. Umvent kanst tú ikki vera vís/ur í upptøku, hóast tú heldur, at tú lýkur nevndu krøvini. Ein heildarmeting verður gjørd av hvørjum umsøkjara.  
Mann skal ikki søkja inn á somu útbúgving eftir bæði kvotu 1 og kvotu 2. Søkir tu eftir kvotu 2, verður tú mett/ur eftir báðum kvotum.                                                                                                     Søk eftir kvotu 2, um tú ikki ert vís/ur í, at títt miðaltal er nóg høgt, og tú metir, at tú hevur førleikar, sum samsvara við kvotu 2-krøvini á útbúgvingini.                                                                                           

Umsóknarfreistin fyri kvotu 2-umsøkjarar er leygardagin 15. mars  - Fróðskaparsetur Føroya og optagelse.dk