Kyn og tjaldur
Gamalt er, at tjaldrið kemur á grækarismessu 12. mars. Málsliga er orðið tjaldur merkisvert. Tað er einasta fuglanavn okkara, sum er hvørkikynsorð.
Tað hevur r í stovninum og bendist sum t.d. orðið reiður. Vert er at geva gætur, at Jens Chr. Svabo (1746-1824) í fýra av sínum orðabókahandritum gevur upp, at tjaldur er kallkynsorð, og sama ger Nicolaj Mohr (1742-1790) í sínum handriti. Í einum handriti sigur Svabo tað vera hvørkikynsorð. Í kvæðum kemur fyri, at hvørkikynsorðið tjald ‘búð’ hevur hitt longra sniðið tjaldur. Jóhan Hendrik W. Poulsen er komin við teirri hugsan, at her kann hava verið tann sínámillum ávirkan, at fuglanavnið hevur lænt kyn frá “búðarorðinum”, og at tað so aftur hevur fingið snið sítt frá fuglanavninum. Í íslendskum er tjaldur kallkynsorð og hevur ikki r í stovninum. Tað er a-stovnsorð og bendist sum eitt nú bátur. W.B. Lockwood hevur víst á, við samanburði við nøvnini á tjaldri í hetlendskum (sjalder) og orknoyskum (chalder), at í norrønum kann hava verið til eitt snið av navninum tjaldr, sum hevur havt r í stovni. Málfrøðingar eru at at halda, at navnið sipar til tað stíva, støplandi gongulagið.
Tjaldur varð við hvørt kallað nornagestur, vita vit frá Svabo, ella bert gestur. Tikið kundi verða til: 'Gestur letur á kvøldi, gott veður í morgin', ella: 'gestur letur úti í kvøld, far fer um fjørðin í morgin' – hetta seinna var úr Skálavík. Eisini sigur Jóan Christian í Hesti (1881-1970) seg hava hetta úr Skálavík: 'Tá ið gestur flýgur móti fjalli á morgni, verður gott veður'. Jakob Jakobsen hevur einaferð skrivað upp suðuri í Sandoynni, at tjaldur kundi verða nevnt rúðurbori. Rúður er sum kunnugt tað sama sum gjar. Um hetta minnir tiltakið, sum Svabo hevur: 'Líkasum tjaldur potar rúður', men hann sigur ikki, hvat tað er havt til samanburðar um. Eisini hava vit frá Svabo hetta tiltakið: 'Tú býtti sum tjaldur', t.e. býtti ójavnt.
Ymiss trúgv hevur loðað upp við tjaldrið. Tá ið tað kom til lands á grækarismessu, var týðandi fyri árið, hvussu tú fyrst sást tað. Sást tú tað á lið, skuldi árið ganga tær við. Sást tú tað á bak, skuldi árið verða rak. Sást tú tað á bringu, skuldi tú av harmi springa. Tann, sum á vári hoyrir tjaldur, áðrenn hann sær tað, skal verða fyri mannarópinum (tosað verður ilt um hann, slatrað).
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...