Kynsójavni valdar í fótbóltsgransking
Vísindalig gransking hevur alstóran týdning fyri framburð eisini í fótbólti, men nógv meira verður granskað í monnum enn kvinnum, sigur Magni Mohr, professari, sum er gestaritstjóri á vísindaligum serriti um úrvalskvinnufótbólt
15 nýggjar vísindaligar greinar eru í nýggjum serriti um kvinnuúrvalsfótbólt, sum tíðarritið Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sports hevur givið út.
Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrium hevur ritstjórnað saman við Maysa de Sousa, lektara (Brasil), Joao Brito, professara (Portugal) og Svein Arne Pettersen, professara (Norra).
- Serritið er kærkomið og lýsir ymisk øki hjá kvinnunum, og tað hevur vantað leingi, sigur Magni Mohr.
Hann hevur sjálvur eisini skrivað fýra av teimum 15 greinunum í ritinum. Greinarnar eru her:
Mohr et al. Skeletal muscle phenotype and game performance in elite women football players
Krustrup et al. Muscle metabolism and impaired sprint performance in an elite women’s football game
de Sousa et al. Nutritional optimization for female elite football players-topical review
Mohr et al. Executive summary: Elite women’s football – Performance, recovery, diet, and health
Alt serritið um úrvalsfótbólt hjá kvinnum kann lesast her.
Hoyrið eisini samrøðu við Magna Mohr í Kvf 19. apríl, har hann m.a. greiðir frá, at fyri hvørja vísindaliga grein, sum er um kvinnur á hesum øki, so eru seks um menn. Samrøðan byrjar á 02:25 her.
- 10.01.2025 Setrið NámsvísindadeildinNÁD-granskarar í SosialinumFyrsta fríggjadag í hvørjum mánaði í 2025 verða greinar í...
- 02.01.2025 Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildinStakgreinalestur várið 2025Hópurin av støkum skeiðum eru í at velja, um tú hevur hug...
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...