Kynsójavnin í Føroyum er stórur
Javnstøða millum kynini er ikki tað, sum ruddar dagsskráirnar í gerandisdegnum í Føroyum, tó at kynini hava sera ólíka politiska umboðan og møguleikar annars
Einaferð um árið, á altjóða kvinnufegnum 8. mars, verður roynt at varpa eitt sindur av ljósi á, hvussu jøvn ella ójøvn støðan er millum kynini í Føroyum. Men annars er lítið uppmerksemi um evnið, tó at pláss er fyri ábót á mongum økjum í Føroyum hesum viðvíkjandi.
Tølini tala, og tey vísa, at Føroyar hava ein sera kynsuppbýttan arbeiðsmarknað, sum trýstir lønina hjá kvinnum niður og trýstir arbeiðsuppgávurnar hjá kvinnum heima upp. Eisini er ógvuslig mannlig yvirumboðan á hægsta stigi í samfelagnum.
Í kanningini, "Ymiskar fortreytir - ein lýsing av vantandi javnstøðuni í Føroyum", sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fekk gjørda í fjør, og sum Javnstøðunevndin hevur á heimasíðu sínari, síggja vit svart upp á hvítt, at kynini í Føroyum ikki hava somu fortreytir.
Kanningin kemur til ta niðurstøðu, at inntøkumøguleikar og sannlíkindini fyri at koma í leiðslusessir ella valdsmiklar sessir hongur neyvt saman við, hvat kyn ein persónur er.
Sum myndin omanfyri vísir, so valdar ógvusligur kynsójavni í býtinum av landsstýrissessum. Frá 1948-2019 sótu 141 menn við róðrið í Tinganesi og bara 20 landsstýriskvinnur.
Á arbeiðsmarknaðinum eru kynini bæði sera virkin. 86,7 prosent av monnum í arbeiðsførum aldri arbeiða og 83,9 prosent av kvinnunum í sama bólki. Men 57 prosent av kvinnunum arbeiða minni enn 35 tímar um vikuna, meðan tað bara er ein fimtingur av monnunum, sum gera tað sama.
Hesir kynsleiklutirnir síggjast eisini aftur í barsilslóggávuni og orðaskiftinum á løgtingi um barsilsskipanina. Hon verður umrødd sum ein tænasta, sum kvinnur lættari kunnu taka av enn menn, og teir verða enn umrøddir sum um flestu teirra eru í óútrokniligum og óskipaðum størvum, sum ger, at kvinnurnar mugu vera fremsti umsorganarpersónur við hús.
Hetta verður so brúkt sum grundgeving ímóti at marka barsilsfarloyvi til pápan. Hetta hevur við sær, at kvinnur seta sítt arbeiði til viks fyri børnini, meðan menninir ikki gera tað í sama mun, og tí fáa kvinnur minni møguleikar fyri hægri størvum og inntøku gjøgnum lívið, sum aftur minkar um pensjónsuppsparing og útlitini fyri at keypa sær fastogn.
Kanningin kemur til ta niðurstøðu, at hendan støðan í roynd og veru ger føroyskar kvinnur meira bundnar til sín maka.
Andrea Árting slóðaði fyri
Í dag, á altjóða kvinnudegnum, sømir tað seg tó, at lýsa tey frambrot, sum eisini eru gjørd.
Posta gevur í dag eitt serligt frímerki út av eini stríðskvinnu, sum bardist fyri, at menn og kvinnur í Føroyum skuldu fáa somu løn fyri sama arbeiði.
Andrea Árting var frá 1937 til1977 - í samfull 40 ár - forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Hon var ein slóðbrótari á so mongum økjum og skipaði m.a. fyri fyrsta kvinnuróðrinum á Ólavsøku í 1918.
Sum eitt av sínum seinastu avrikum, var hon við til arbeiðsmarknaðarsamráðingarnar í 1977. Undir hesum beinhørðu samráðingum, har Andrea, 85 ára gomul var á odda, gingu arbeiðsgevararnir loksins við til kravið um, at kvinnur skuldu fáa somu løn sum menn fyri sama arbeiði.
Broytingin varð stigvíst sett í verk í árunum fram til 1981.
At tað er so stutt síðani, at arbeiðsíkastið hjá kvinnum í Føroyum so kontant var minni mett enn íkastið hjá monnum, minnir okkum á, at galdandi kynsójavni, ikki er sprottin úr ongum.
Anker Eli Petersen hevur sniðgivið frímerkið og hevur skrivað ein áhugaverdan tekst um Andreu Árting og hennara drúgva og slóðbrótandi arbeiði.
Hann kann lesast her.
Í sambandi við frímerkjaútgávuna í dag hevur Posta almenna móttøku í Havnar Arbeiðskvinnufelag í Bøgøtu í Havn klokkan 15:00.
Á móttøkuni fer Karin Kjølbro, fyrrverandi tingkona, at røða um Andreu Árting.
Kvinnulig frambrot
1845 Fyrsta roynd at avtaka bróðurlut, sum var dupult so stórur sum systurlutur
1857 Dreingir og gentur arva líka nógv eftir lógini
1897 Elinborg Jacobsen er fyrsta føroyska kvinna at taka studentsprógv
1902 Stakar kvinnur fáa valrætt til kommunurnar
1903 Kvinnur fáa valrætt til kirkju og meinigheitsráð
1907 Fólkaatkvøða um rúsdrekkalóg: Kvinnur atkvøða fyri fyrstu ferð á almennari atkvøðugreiðslu
1908 Kvinnur atkvøðu fyri fyrstu ferð á kommunuvali
1915 Kvinnur fáa valrætt til Fólkatingið vegna grundlógarbroyting
1916 Kvinnur og ognarleys fáa valrætt til Løgtingið
1918 Jóhanna Mortensen verður vald í Froðbiar sóknarstýrið.
1928 Hansina Hansen stillar – sum fyrsta kvinnan – upp til løgtingsval.
1932 Franciscanarasystrarnar byrja barnagarð í Havn
1942 Kathrine Sofie Anthoniussen verður vald í Fuglafjarðar kommunustýrið
1964 Malla Samuelsen er fyrsta kvinna á Løgtingi. Hon tekur sæti sum varðafólk.
1977 Arbeiðarafeløgini verða samd um at stigvíst hækka lønina hjá kvinnum, so hon kemur á hædd við ta hjá monnum.
1977 Elsa Funding verður fyrsti kvinnuligi prestur í Føroyum.
1978 Jona Henriksen og Karin Kjølbro verða fyrstu kvinnurnar, sum eru valdar beinleiðis á Løgting.
1979 Løgtingslóg um javnstøðunevnd verður samtykt.
1981 Kynini fáa nú líka løn fyri líka arbeiði í Føroyum.
1985 Jóngerð Purkhús verður fyrsta kvinna í landsstýrinum.
1987 STsáttmálin um avtøku av mismuni vegna kyn samtyktur á Løgtingi.
1989 Maria Hansen og Hervør Guttesen verða fyrstu kvinnuligu borgarstjórarnir.
1993 Marita Petersen verður fyrsta løgkvinna í Føroyum.
1994 Løgtingið samtykkir javnstøðulóg.
2001 Lisbeth L. Petersen verður fyrsta føroyska kvinna, vald beinleiðis á Fólkating.
2001 Lóg um barsilsskipan sett í gildi.
2015 Fyrstu ferð, at javnstøða er millum landsstýrisfólk
(kelda demokratia/jaf.fo)
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...