Kynstrið at spyrja
14.09.2016
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Kynstrið at spyrja

Mánadagin fer Marin Hansen at hava undirvísing um refleksjón á kvøldsetu fyri kliniskar vegleiðarar


Mánakvøldið komandi - 19. september - verður kvøldseta fyri kliniskar vegleiðarar. Marin Hansen, menningarráðgevi, fer umrøða evnið refleksjón.

- Ein avgerandi fyritreyt fyri væl eydnaðari refleksjón er, at vit duga at seta spurningar, sigur Marin Hansen.

Á kvøldsetuni verða stuttar framløgur um refleksjón og kynstrið at spyrja, eitt nú um hvat refleksjón er og hvat gagn hon ger, hvussu 'snarrefleksjón er gjørlig í dagliga arbeiðnum og hvussu man setur spurningar, ið skunda undir refleksjón.

Umframt stuttu framløgurnar verða eisini stuttar venjingar og kjak.

Kvøldsetan verður mánadagin 19. sept. kl. 17.30-20.30 í Jónas Broncks gøtu 25 (í veghæddini).

Les um Marin Hansen á hennara heimasíðu.