Lægri búskaparvøkstur í 2018
Búskaparráðið hevur endurmett vøksturin í BTÚ í leypandi prísum fyri árini 2017-2018. Búskaparráðið metir nú vøksturin í 2017 at hava verið eitt vet hægri enn í undanfarnu frágreiðing og vøksturin í 2018 at verða nakað væl lægri enn áður mett.
Hesar broyttu metingarnar av búskaparvøkstrinum árini 2017-18 stava frá nýggjum fortreytum. Útlit eru fyri eini minking í vøkstrinum ella møguligari niðurgongd í 2018 vegna minkandi kvotur, hægri oljuprísir, minni væntaða tøku í alivinnuni og væntaða prísniðurgongd.
BTÚ-vøksturin í 2018 í leypandi prísum stavar í høvuðsheitum frá innlendskum eftirspurningi.
2014 | 2015 | 2016 | 2017 | 2018 | |
Mettur BTÚ_vøkstur í leypandi prísum | 7,5% | 5.6% | 6,8% | 6,2% | 0,5% |
Sum Búskaparráðið í undanfarnum frágreiðingum hevur gjørt vart við, fer demografiska trýstið hvørt næstkomandi ár tey næstu 20 árini at trýsta útreiðslurnar í heilsuverkinum uppeftir, og tað sama verður galdandi fyri kostnaðin í eldrarøktini. Avleiðingarnar gera tað neyðugt hjá ábyrgdarhavandi politiska myndugleika, so neyvt sum gjørligt, at meta um fylgjurnar, uttan at lata seg misleiða av núverandi “góðu tíðunum”, “stóra arbeiðsvirkninum” ella “vøkstrinum í fólkatalinum”.
Eftir meting Búskaparráðsins er demografi-treytaði fíggjarligi haldføristrupulleikin tann størsta einstaka avbjóðingin móti føroyska samfelagsbúskapinum. Tí eru nýskipanir, ið geva sítt íkast til inntøkur hins almenna, neyðugar, um haldføristrupulleikin skal loysast.
Búskaparráðsfrágreiðingin er at finna á heimasíðu Fróðskaparsetursins/Búskaparráðsins:
Um nakar ynskir at fáa viðmerkingar til várfrágreiðingina 2018, kann viðkomandi venda sær til Sverra Hansen, formann, á tlf. (00299) 55 41 32
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...