Læknastríðið á týskum
02.02.2015
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Læknastríðið á týskum

Í desember 2014 var grein hjá Hans Andrias Sølvará um læknastríðið, „Aufstand in Klaksvík – die Anstellung eines Arztes, die zum Aufstand führte“, prentað í týska tíðarritinum Tjaldur.


Í greinini, sum er 35 síður, verður læknastríðið lýst og greinað og ein meting gjørd av orsøkunum til stríðið. Fyri ein stóran part er greinin grundað á óprentað tilfar í almennum og privatum søvnum í Føroyum. Stríðið verður lýst og greinað úr trimum sjónarhornum, Klaksvík, Føroyar og Føroyar-Danmark. Niðurstøðan í greinini er, at læknastríðið upprunaliga tók seg upp við støði í misnøgd í vinnuliga vakstrarmiðdeplinum Klaksvík við umsitingarligu miðsavnanina í Havn, men síðan gjørdist nógv annað eisini partur av stríðnum. Persónar, ikki minst læknin Halvorsen, fingu her eisini avgerandi týdning.

Í 2013 var greinin hjá Hans Andrias Sølvará, “Uppreistur í Klaksvík – læknasetanin sum elvdi til uppreistur”, prentað í Fróðskaparrit 60, Fróðskapur, 2013, s. 10-52. Tað er hendan greinin, sum við smávegis broytingum nú er týdd til týskt og prentað í týska tíðarritinum Tjaldur nr. 52/53, desember 2014, s. 10-44.

Tað er Týskt-føroyskt vinarfelag, sum gevur út Tjaldur. Norbert Vogt og Detlef Wildraut, sum hevur týtt greinina um læknastríðið til týskt, standa fyri útgávuni av tíðarritinum.