Læraralesandi á skeiði í Finnlandi
Frá 17. - 24. septembur vóru undirvísarar og læraralesandi á Námsvísindadeildini á einum forkunnugum norðurlendskum skeiðið í Oulu í Finnlandi, sum var skipað av netverkinum SPICA
SPICA er fíggjað av Nordplus, og tað eru sjey læraraútbúgvingar úr øllum Norðurlondum, ið mynda netverkið.
Árliga SPICA-skeiðið, sum limalondini skiftast til at halda, hevur til endamáls at savna lærarar og lesandi úr øllum Norðurlondum fyri at skifta orð um, hvønn leiklut burðardyggleiki, borgaraskapur og fleirmentan eiga at hava í fólkaskúlum okkara. Skeiðini taka altíð støðið í ST og heimsmálunum, og møguleikum og avbjóðingum á staðnum, har skeiðið verður hildið.
Í ár var skeiðið hildið í Syöte-tjóðarparkini og í Oulu í Finnlandi. Høvuðsevnið var “Undirvísing og burðardyggar framtíðir: Tá bæði menniskju og náttúra blómar.” Námsfrøðiliga tilgongdin í Spica verður rópt "Place-Based Education". Á føroyskum kunnu vit tosa um staðbundna og/ella umhvørvisvenda undirvísing. Hetta merkir, at undirvísingin í stóran mun verður flutt úr flokshølinum og út í nærumhvørvið. Hetta høvdu fyrireikararnir megnað avbera væl, og norðurlendsku gestirnir vóru m.a. á skúlum, í skógini og á universiteti, umframt at tey tóku lut í filosofiskum samrøðum, fingu innlit í at samantvinna vistfrøði og undirvísing, og arbeiddu við at mynda utopiskar støður, har menniskju og náttúra kunnu blóma.
Skeiðið fevndi m.a. um fyrilestrar, vitjanir á stovnum og skúlum og tvørtjóða bólkaarbeiði. Her fingu tey lesandi høvi at koma við hugskotum um, hvussu arbeiðast kann við integratión og at minka um gjónna millum skúlar og samfelag.
Tey, ið mannaðu føroyska ferðalagið, vóru Annfríða H. Tjørná, Dagný H. Matras og Petur Meinhard E. Andersen, sum eru læraralesandi, umframt undirvísararnar Rúna í Skála og Poul F. Guttesen.
Her eru nakrar myndir frá túrinum.
Luttakararnir úr Føroyum: Poul F. Guttesen, Dagný H. Matras, Petur Meinhard E. Andersen, Annfríða H. Tjørná og Rúna í Skála.
Syöte-tjóðarparkin
Skúli úr stórviði í Pudasjärvi, ið vit vitjaðu
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...