Mynd 1.jpg (6)
05.10.2021
Setrið Námsvísindadeildin Til lesandi
Skriva út

Læraralesandi á skeiði í Notodden

Frá 18. - 25. september vóru fýra læraralesandi og tveir undirvísarar á Námsvísindadeildini á SPICA-skeiði í Notodden í Norra.

SPICA-netverkið, ið er fíggjað av Nordplus, hevur til endamáls at savna lærarar og lesandi úr øllum Norðurlondum fyri at skifta orð um, hvønn leiklut burðardyggleiki, borgaraskapur og fleirmentan eiga at hava í fólkaskúlum á okkara leiðum.

Í ár varð skeiðið hildið í Notodden, sum liggur 120 kilometrar í ein útsynning úr Oslo. Tað vóru undirvísarar og granskarar, ið eru knýttir at University of South-Eastern Norway (USN), ið skipaðu fyri SPICA-skeiðinum, og nógv varð gjørt burturúr.

Námsfrøðiliga tilgongdin, ið er miðdepils í SPICA, verður rópt "Place-Based Learning ella Place-Based Education". Á føroyskum kunnu vit tosa um staðbundna og/ella umhvørvisvenda undirvísing. Hetta merkir, at undirvísingin í stóran mun verður flutt úr flokshølinum og út í býarlívið – í listaskálar, mentanarhús, náttúruparkir, sjónleikahús, ungdómshús, niðurlagdar verksmiðjubygningar o.s.fr. Hetta høvdu fyrireikararnir megnað avbera væl, og norðurlendsku gestirnir vitjaðu nógv forkunnug støð millum Notodden og Rjukan.

Næsta SPICA-skeiðið verður í Finlandi frá 12. til 19. mars 2022.

Tey, ið mannaðu føroyska ferðalagið, vóru læraralesandi Anna Hádal, Kimberly Joy Go Elambo, Guðrun Horn Snæbjørnsdóttir, Bodil Maria Kirke Gullbein, umframt undirvísararnar Poul Guttesen og Hans Harryson.

Her eru nakrar myndir, ið lýsa túrin í Notodden.