Mynd 1.jpg (1)
01.07.2019
Setrið Námsvísindadeildin Til lesandi
Skriva út

Læraralesandi á SPICA-skeiði í Grønlandi

Fýra læraralesandi umframt Poul F. Guttesen og Mikkjal Mikkelsen, sum undirvísa á Námsvísindadeildini, luttóku í vár á Spica- skeiði í Grønlandi

Spica er eitt netverk fyri læraraútbúgvingar í Norðurlondum. Læraraútbúgvingarstovnar í Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Noregi, Danmark, Svøríki og Finnlandi samstarva í netverkinum við tí endamáli at styrkja fakligar og didaktiskar førleikar í samband við møguleikar og avbjóðingar í samband við fleirfeldi, burðardyggleika og fólkaræði í skúlanum. Læraralesandi hava harumframt møguleika fyri at søkja um stuðul til fígging í samband við eitt nú skiftislestur á teimum ymsu undirvísingarstovnunum sum eru knýttir at Spica.

Spica-skeiðið, sum í ár fór fram í Illulissat í Grønlandi, hevði yvirskriftina: Burðardygg lokalsamfeløg.

Ein av teimum lesandi ið luttóku á skeiðinum var Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, sum júst hevur lokið B.Ed.- útbúgving í Undirvísing.

Vit hava sett Aggi nakrar spurningar:

Hví valdi tú at luttaka á Spica-skeiðinum?

Spica-skeiðið vakti alt fyri eitt mín áhuga, tí her hevði eg møguleikan at luttaka í einum norðurlendskum skeiði fyri læraralesandi og somuleiðis at uppliva eitt so forkunnugt og spennandi land sum Grønland.

Hvussu var skeiðið skipað?

Skeiðið var skipað á tann hátt, at vit longu í februar fingu lesitilfar og sjónbandaklipp í talgildum formi frá Spica. Vit vórðu síðani sett í bólkar, umboðaðir av lesandi frá teimum ymsu limalondunum, og skuldu í tveir mánaðir samstarva umvegis alnótina og fyrireika okkum til skeiðið í Grønlandi. Vikuskeiðið í Illulissat umfataði eina røð av fyrilestrum, bólkaarbeiði, vitjan á skúlum og spennandi útferðum m.a. í býnum Illulissat og bátatúri til eina aðra bygd.

Fært tú í stuttum greitt frá innihaldinum á skeiðinum?

Hetta var eitt intenst vikuskeið, har endamálið var at nema okkum vitan, fatan og førleikar um sambandið ímillum burðardyggleika og borgaraskap. Samanumtikið kann sigast, at vit sum norðurlendsk lærarlesandi fingu fakligan kunnleika og didaktiskar førleikar við at arbeiða við teimum 17 heimsmálunum hjá ST og í hesum føri, burðardyggleika, borgaraskap og fleirmentan.

Hvat metir tú teg hava fingið burturúr skeiðinum?

Hetta er aðru ferð eg havi luttikið á einum skeiði fyri norðurlendsk læraralesandi, og eg kenni meg hepna at hava fingið møguleikan at uppliva hetta. Eg havi lært nógv. Tað hevur verið gevandi at koma at kenna læraralesandi frá øðrum Norðurlondum og ikki minst at samskifta og samstarva tvørtur um landamørk. Hendan námsferðin hevur eins og hinar eg havi verið á, ment meg sum menniskja og sum lærari, serliga tí samskiftið er sera avgerandi í lærarayrkinum. At vitja eitt so forkunnugt, vakurt og øðrvísi land sum Grønland, var fyri meg ein sterk uppliving, ið fór gjøgnum merg og sál og sum hevur víðkað mín sjónarring.

Hvat av tí tú lærdi á skeiðinum, kundi tú hugsa tær at tikið við tær inn í føroyska fólkaskúlan?

Heilt avgjørt havi eg ognað mær fleiri didaktiskar førleikar, viðvíkjandi hvussu vit kunnu innlima heimsmálini í undirvísingina í føroyska fólkaskúlanum. ST- heimsmálini fyri burðardyggari menning, eru eisini á breddanum júst nú í fólkaskúla høpi, har tilvitskan verður spískað um burðardyggleika, dálking og endurnýtslu. Eitt dømi um hetta er fyrimyndarligi tannáringurin Greta Thunberg, ið av álvara hevur fingið føroysku næmingarnar at luttaka í fleiri samhugaveðurlagsverkføllum seinastu mánaðirnar. Tessvegna frá einum didaktiskum perspektivi, hugsi eg serliga um íblásturin eg fekk í hesum sambandinum, við at brúka undirvísingarhættir, so sum Flipped classroom, Placed based Learning (PBL) og Challenge-based Learning (CBL), sum avgjørt hóska væl inn í føroyska fólkaskúlan.

Vilt tú mæla øðrum føroyskum læraralesandi at søkja um luttøku á Spica-skeiðum og hví?

Eg vil so avgjørt mæla føroyskum læraralesandi til at søkja um luttøku á Spica-skeiðum, tí hetta er bæði lærdómur, lívsvísdómur og ikki minst stuttligt. Skeiðið ger tað harumframt møguligt at knýta sterk vinarbond við onnur norðurlendsk læraralesandi og at skapa netverk og samstørv í yrkisligum høpi.

Annað?

At uppliva Grønland var fyri meg sum at traðka á eina fremmanda gongustjørnu. Hetta var ein stór uppliving. Gongutúrurin við Ísfjørðin var ein serliga bergtakandi náttúruuppliving. Í stuttum fekk eg kensluna av at vera í einum sterkum samspæli við náttúruna, har menniskjan er í náttúruni og náttúran í menniskjanum. At sleppa til Grønlands var harumframt eitt ynski ið bleiv uppfylt, sum eg havi havt líka síðan eg var smágenta. Eg slapp millum annað at koyra á hundasletu í ovurvakra landslagnum, har orð og tíð fána burtur og eftir situr í mær eitt minnismerki fyri lívið.