Læraralesandi á SPICA-skeiði í Malmø
20.03.2018
Til lesandi Námsvísindadeildin
Skriva út

Læraralesandi á SPICA-skeiði í Malmø

Lesandi og undirvísarar á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini luttóku í síðstu viku á SPICA-skeiði í Malmø.


Norðurlendska Nordplus samstarvskervið “SPICA” knýtir læraraútbúgvingar úr øllum norðurlondum saman. Grønland (Nuuk), Ísland (Reykjavík), Føroyar (Tórshavn), Noreg (Notodden), Svøríki (Malmø), Danmark (Jelling) og Finland (Oulu) eru umboðað í samstarvinum, sum byrjaði í 2007 og sostatt hevur 11 ár á baki.

Árliga verður skipað fyri vikulongum skeiði, sum skiftandi verður hildið í ymsu limalondunum. Yvirskipaðu evnini snúgva seg um burðardygd, borgaraskap og ymiskar mentanarfatanir, og skeiðini verða løgd tilrættis við serligum atliti til norðurlendskar avbjóðingar í altjóða høpi.
SPICA bjóðar eisini læraralesandi at søkja um fíggjarligan stuðul til skiftislesnað í øllum limalondunum, har skiftislesnaðurin skal vera staðsettur á einum av luttakandi stovnunum.

Fýra lesandi og tveir lærarar úr hvørjum landi tóku lut á skeiðinum í Malmø í ár við heitinum “Ways into society”, sum hesa ferð snúði seg um inklusión og burðardyggleika.

Í Malmø eru nógvir tilflytarar og flóttafólk, og nógv verður arbeitt við at fáa fólkið at gerast ein partur av samfelagnum. Skeiðið fevndi m.a. um fyrilestrar, vitjanir á stovnum og skúlum og tvørtjóða bólkaarbeiði, har tey lesandi fingu høvi at koma við hugskotum til, hvussu mann kann arbeiða við integratión og minka um gjónna millum skúlar og samfelag.

Á skeiðinum fingu tey lesandi kunnleika til ávís tiltøk eitt nú metor-skipanir, har universitetslesandi kunnu gerast mentorar fyri børn við øðrum etniskum uppruna. Harumframt vitjaðu tey ein fólkaskúla og ein verkstað, har alt tilfarið var endurnýtslutilfar, og har næmingar kundu menna teirra kreativu evni.

Føroysku skeiðsluttakararnir siga seg hava lært nógv av skeiðinum, sum m.a. hevur víðkað teirra sjónarring, givið íblástur og knýtt bond tvørtur um landamørk. 

Eftir vikuskeiðið skulu tey lesandi skriva eina styttri hugleiðandi uppgávu, og fyri samanlagda skeiðið fær tann lesandi 5 ECTS.