Læraralesandi í skiftislestri í Gøteborg
Christa Reynheim, sum í løtuni lesur til lærara á Námsvísindadeildini, var í skiftislestri frá 2016 – 2017 á Högskolan för design och konsthantverk, Lärarutbildningen (HDK) á Gøteborgs Universitet. Vit hava sett Christu nakrar spurningar í sambandi við skiftislesturin.
Hví valdi tú at fara til Gøteborg í skiftislestur?
Eg havi búð nógv uttanlands, í Keypmannahavn og í Berlin, og í 2014 flutti eg so heim aftur til Føroyar, tí mær longdist at búgva í Føroyum. Eg hevði tó framvegis útlongsul, og hóast eg var glað fyri at vera heima í Føroyum, sá eg ikki hetta, sum at eg nú skuldi "festa røtur". Mær dámar væl ta avbjóðing, sum liggur í at fara uttanlands, serliga tí tað víðkar um sjónarringin og tú lærir bæði um mál og mentan. Hetta haldi eg vera týdningarmikið. Eftir nakrar fáar samrøður við Paulinu Poulsen, lestrarvegleiðara, fekk eg grønt ljós at fara til Gøteborg, og eg tók av beinanvegin. Orsøkin til at tað júst bleiv til Gøteborg, var tí lestrarvegleiðarin kendi eina, sum arbeiðir á HDK, og samskiftið gjørdist tí meira beinleiðis og munandi lættari. Hetta hóskaði eisini væl til ta lærugrein, sum eg var, og framvegis eri, áhugað í at undirvísa í, nevniliga myndlist, á HDK eru fleiri skeið fyri myndlistalærarar, ið snúgva seg um alt frá klassiskum tekniteknikki til talgilda myndlist.
Hvussu dámdi tær í Gøteborg?
Eg hevði ongantíð áður verið í Gøteborg, men hevði ein vinmann, sum búði her. Hann vísti mær runt, og tað tók ikki langa tíð, fyrr enn eg kendi meg trygga í býnum. Gøteborg er ein hugnaligur, rokaligur lítil-stórbýur, har fólk eru fyrikomandi og 'easy-going'. Eg ferðist ofta við sporvogni, sum eg haldi vera sera sjarmerandi og ómakaleyst. Gøturnar eru hugnaligar at ganga eftir, og tað er skjótt at koma til miðbýin ella út til sjógvin. Eisini liggja kafe'ir, barrir og matstovur á hvørjum horni. Hetta ger býin livandi, og serliga tá fólk eru so fitt og fyrikomandi sum tey eru, er skjótt at ein fellur væl til. Í 2017 varð Gøteborg kósin at vera tann mest sosiali býurin í heiminum, sambært eini kanning har hugt varð eftir, hvussu nógv útistøð eru pr. íbúgva og hvussu væl tey eru vitjað.
Hvat er munurin á at lesa á Gøteborgs Universitet og á Fróðskaparsetrinum?
Fysisku karmarnir eru øðrvísi, tvs. bygningurin, hølini, talgild útgerð og undirvísingarumhvørvi sum heild. Sum lesandi á GU fært tú eitt lyklakort, ið gevur tær atgongd til bygningin nátt og dag. Hetta dámdi mær væl, eftirsum eg slapp at sita í góðum umstøðum og lesa, gera lektiur og fáast við skúlaverkætlanir, tá eg vildi. Bygningurin, har mín deild helt til, var ein gamal bygningur í 5 hæddum, har tað var høgt til loftið, og við nógvum stórum rúmum og ateliérum. Kopimaskinur, tekniborð, seymimaskinur, 3D-prentarar, teldur við øllum Adobe-forritunum, fotostudio - alt var tøkt hjá øllum lesandi, og hetta bar við sær, at tann kreativa arbeiðsprosessin gjørdist sera lærurík, spennandi og mennandi. Harafturat skipaði deildin hvønn fríggjadag fyri ókeypis gestafyrilestrum, ið kundu snúgva seg um alt frá animatiónsfilmssøgu til kreativar arbeiðstilgongdir fyri børn.
Tað, sum Fróðskaparsetur Føroya hevur, sum GU ikki hevði, er eitt tættari samband við starvsfólk og skrivstovu á Setrinum. Hetta endurspeglar nógv "tað føroyska", at alt er minni og tættari, umframt at á Setrinum er ein felags hugburður, at tað ikki verður býtt upp í 'lesandi' og 'undirvísarar', men øll eru meira viðkomandi hvør við annan á Setrinum enn á GU. Síðan er tað sjálvandi ein stórur mentanarligur munur á Svøríki og Føroyum, sum eg merkti sera væl. Í Svøríki verða ikki tikin atlit til átrúnaðarlig virðisgrundarløg í mun til skúla og undirvísing, men heldur er tað ein sera sterkur politiskt-korrektur andi, ið ger seg galdandi, bæði millum tey lesandi, undirvísarar og universitetið sum heild.
Metir tú teg hava fingið nakað burtur úr, sum tú ikki hevði fingið heima?
Ja, avgjørt. Fyrst og fremst slapp eg at læra um myndlist sum undirvísingarfak, har tilgongdin til fakið og hugtakið 'kreativitetur' var sera øðrvísi enn hvat eg kendi til frammanundan. Kreativitetur og list fekk eina heilt nýggja námsfrøðiliga skilmarking, og hevur hetta havt ein kollveltandi týdning fyri meg, serliga í mun til undirvísing og námsfrøði. Harafturat havi eg eisini lært meg at tosa og skriva flótandi svenskt, eg havi lisið spennandi bøkur, verið á spennandi listaframsýningum og fyrilestrum, og møtt fólki, sum nú eru vorðin ein stórur partur av mínum lívi. Eg haldi so avgjørt, at tað loysir seg at fara uttanlands á hendan hátt, sum eg havi gjørt.
Hvat av tí sum tú hevur lært í Gøteborg, kundi tú hugsað tær at tikið við tær inn í føroyska skúlan?
Sum eg nevndi frammanundan, hevur lærugreinin 'myndlist' fingið eina nýggja námsfrøðiliga skilmarking fyri meg. Eg hevði hetta sum evni í míni bachelor-uppgávu (tøk fyri lesandi á Setrinum), og fari ikki í dýpdina við tí her; stutt sagt snýr tað seg um hvat fyri sjónarmið, krøv og væntanir, myndlistalærarin hevur til sínar næmingar í mun til skapan og list, og hví tað er so. Á hvønn hátt kann lærugreinin stimbra og menna næmingin í mun til bæði kreativitet og sjálvsvirði? Hvørji undirvísingaramboð kann lærarin nýta, so at øll, bæði tey sum tekna "pent" og tey sum tekna "ljótt", eru við? Er yvirhøvur nakað sum eitur "pent" og "ljótt" tá talan er um námsfrøðiliga myndlist, og hvussu sleppa vit undan hasi bólkingini? Hesar spurningar havi eg arbeitt nógv við, og eg gleði meg at halda áfram við at arbeiða, læra og granska í hesum, tá eg komi heim aftur til Føroyar næsta ár.
Vilt tú viðmæla øðrum føroyskum lesandi at fara í skiftislestur og hví?
Ja, tað vil eg avgjørt. Eg vil viðmæla øllum føroyskum lesandi at fara í skiftislestur, tí tað gevur einum nakað, sum ikki fæst heima í Føroyum. Tað snýr seg ikki bara um lesnað og lærugrein, men eisini um sjálvsmenning og sjónarmið. Eg trúgvi, at allir skiftisnæmingar koma heim aftur sterkari og klókari enn um tey ikki vóru farin - og at vera sterk og klók er avgjørt tvey persónseyðkenni, sum eg seti í samband við ein góðan lærara, sum fær eins nógv burturúr undirvísingini, sum sínir næmingar.
u__tferd_vid_flokkinum.jpg
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...