Læraralesandi í skiftislestri í Nuuk
Ásvør Lognberg, læraralesandi á fjórða árið á Setrinum, hevur seinastu fimm mánaðirnar verið í Nuuk í Grønlandi í skiftislestri. Ásvør hevur tikið triðju linjuna hjá sær, átrúnaður og heimspeki, á læraraútbúgvingini í Grønlandi umframt sína fjórðu og síðstu starvslæru á einum fólkaskúla í Nuuk
At eg ætlaði mær í skiftislestur, visti eg áðrenn eg hevði valt mær, hvørja útbúgving eg skuldi taka, og hvar eg skuldi lesa. Eg stórtrívist á Námsvísindadeildini, men havi tað best, tá eg ikki havi sama gerandisdag ov drúgt tíðarskeið í senn. At sleppa at uppliva nýggjar mentanir, náttúru og at møta nýggjum fólki er eitt tað besta, eg veit. Tað er tá eg standi á ókendum og avbjóðandi støðum, at eg merki hvussu nógv eg mennist og hvussu nógv eg læri.
At eg júst valdi Grønland er heldur ikki so tilvildarligt. Eg havi leingi havt ein dreym um at sleppa hagar og helst í eitt longri tíðarskeið, og tá Hans Harryson, útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini, helt, at tað mundi fara at lata seg gera, so ivaðist eg ikki eina løtu í, at tað var nú, at eg skuldi fara.
At vera til undirvísing á læraraútbúgvingini í Nuuk var ógvuliga øðrvísi. Øll undirvísingin var á donskum, sum var ein stór avbjóðing hjá fleiri av hinum lesandi, sum komu frá teimum smærru bygdunum í Grønlandi. Hetta hevði við sær, at vit brúktu tíð til at týða hvør fyri øðrum og at greiða frá, og hetta gjørdi, at vit á ein hátt lærdu tilfarið á ein heilt annan hátt, men eisini, at tað ikki var møguligt at hava tey somu kjakini og prátini.
Eg staðfesti skjótt, at vit í Føroyum eru ógvuliga heppin, at vit í øllum førum hava møguleika at taka onkrar útbúgvingar á okkara egna máli, hóast vit ikki hava frítt val.
Fyri meg var tað eisini bara so spennandi og mennandi at uppliva grønlendsku skúlamentanina. Dynamikkin í flokshølinum og skúlanum, hvat leggja tey merki til í tilfarinum og brúka tíð til, hvørji evni eru frammi, hvussu høgt ganga raðfesta tey skúlan, skúlating og próvtøkur og mangt mangt annað.
Afturat mínari skúlagongd, so var eg eisini so heppin, at eg slapp at taka mína síðstu starvslæru í Grønlandi. Tað var ein heilt fantastiska góð og mennandi uppliving at síggja, hvussu tey skipa undirvísing, hvat tey meta vera týdningarmikið, hvønn leiklut leiðslan hevur, hvussu dynamikkurin er á skúlanum, hvat tilfar og hvørjir undirvísingarhættir tey brúka, og eisini smærri ting so sum, hvussu tey skipa garðvaktir og steðgir, og sjálvandi mangt mangt annað. Men eitt tað besta við skiftislestri er so heilt vist øll tey góðu vinfólkini og at sleppa at síggja og uppliva eitt nýtt og øðrvísi land.
Eg gekk nógv í fjøllunum kring Nuuk, var stimitúrar við báti, fór eina ferð til Suðurgrønlands og eina norður til Ilulissat. Eg gleði meg at sleppa yvir til Grønlands aftur, men tá verður tað ikki í lestrarørindum, so pengarnir fara kanska at røkka til eitt sindur meira av ferðing, hvør veit.
At vera lesandi í Føroyum og at fara í starvslæru í Føroyum er sjálvandi gott, men tað, sum er so gott við at fara burtur á hendan hátt, er, at ein sær Føroyar við nýggjum eygum. Ein sær alt tað, ið er gott og lærir at virðismeta tað. Men ein sær eisini tey tingini, ið kanska ikki eru heilt best í Føroyum, og sum ein kanska hevur start seg blindan í. Tá er tað gott at koma heim aftur við nýggjari orku, vitan og íblástri.
Eg gleði meg í øllum førum til at geva mítt íkast til eitt støðugt mennandi Fróðskaparsetur og ikki minst til føroyska fólkaskúlan.
Myndir frá skiftislestrinum í Grønlandi.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...