03.02.2014
Námsvísindadeildin
Skriva út

Læraralesandi royndarkoyra fjarlestur

Mikudagin 5. februar skulu tey, sum ganga fyrsta árið á læraraútbúgvingini, sum vanligt møta til undirvísing. Tey flestu møta á Frælsinum í Havn – men hendan dagin fer eisini at bera til at møta til undirvísing í Runavík, í Skálavík, í Klaksvík og í Vági.


Tá byrjar ein fýra mánaða long royndartíð, har Setrið samstarvar við lokalar partnarar um at royndarkoyra videoútgerð, sum er serliga vælegnað til at samskifta við um netið. Til dømis at undirvísa ígjøgnum.

Videofundir

Tað er fyritøkan Sp/f Videofundir, sum hevur boðið útvaldum stovnum og fyritøkum at royna útgerðina í eitt tíðarskeið, og síðani at leiga ella keypa hana. Útgerðin er løtt at nýta, og so strembar hon eftir at vera eitt tól til tvívegis samskifti. Fyri tey læraralesandi vil tað siga, at tey kunnu ikki bara fylgja undirvísingini – tey kunnu vera ein partur av flokkinum og viðmerkja og spyrja, eins og sótu tey í auluni í Havn. Bæði mynd og ljóð eru sera góð.

Útgerðin er í stuttum ein skíggi, ein fjarstýring, og so ein mikrofon og eitt myndatól, ella fleiri, um tørvur er á tí.

Onnur sleppa eisini undan ferðing
Fjarlestur er ein táttur, sum fer at verða royndur hesar komandi fýra mánaðirnar, men luttakandi partarnir ætla at royna so nógv virksemi sum gjørligt  - til dømis bjóða privatum at halda fundir umvegis videoútgerðina og vita, um tað ber til at avgreiða ørindi hjá almennum stovnum á hendan hátt, heldur enn at antin starvsfólk ella borgarar skulu út at ferðast.

Tey luttakandi eru:

  • Sp/f Videofundir
  • Fróðskaparsetur Føroya
  • Bókasavnið við Løkin í Runavík
  • Vakstrarætlanin Sandoy
  • Vágs kommuna
  • Reklamuvirkið Grafia


Miðlarnir eru vælkomnir at vera við fyrsta tíman mikudagin 5. februar, tá royndarkoyringin byrjar. Undirvísingin byrjar klokkan 09.00. Miðlarnir velja sjálvir, hvar í landinum fylgt verður við! Eisini eru miðlarnir vælkomir at venda aftur til hesa royndarkoyringina seinni, at vita, hvussu gongur. Tey lesandi fara í praktikk hálvan februar, so tá er hóskandi at gera fyrstu eftirmetingina.