Lærarar og námsfrøðingar í Íslandi nú á masterstigi – og í stóran mun við fjarlestri
15.04.2013
Námsvísindadeildin
Skriva út

Lærarar og námsfrøðingar í Íslandi nú á masterstigi – og í stóran mun við fjarlestri

Íslendska lærara- og námsfrøðingaútbúgvingin er broytt, og tey lesandi hava ikki longur møguleika at fara út at starvast sum lærari ella námsfrøðingur við einum bachelorprógvi, men skulu taka eina 5 ára masterútbúgving.


Hetta hevur minkað munandi um umsøkjaratalið, og hevur tað helst samband við, at tað enn ikki er greitt um nýggju lærararnir og námsfrøðingarnar við 5 ára útbúgving fara at fáa meira í løn – og hægri tign – enn teir við eini bachelorútbúgving.

Lækkaða talið av lesandi hevur havt ta avleiðing, at tað er torførari at upprætta lestrarlinjur í summum fakum. Tó verður væntað, at talan er um eina skiftistíð, og at talið av lesandi fer at vaksa aftur eftir nøkrum árum.

Hetta er partur av tí kunning, sum ein bólkur á Námsvísindadeildini fekk frá Kennaradeildini á Háskóla Íslands í sambandi við vitjan á ráðstevnu í Íslandi í mars mánaði.

Stórur dentur á fjarlestur
Íslendingar hava rættiliga leingi nýtt fjarundirvísing innan hægru útbúgvingarnar, eisini at útbúgva lærarar. Upprunaliga var endamálið serliga at tryggja útjaðaraøkjunum útbúnar lærarar. Hetta er hepnast, og nú eru næstan ongi børn, sum ikki hava útbúnar lærarar.

Við kreppuni tók so spurningurin seg upp, um tað er neyðugt at hava tveystreingjaða útbúgving, har summi lesandi møta til undirvísing, meðan onnur fylgja við fjarundirvísing.

Jón Torfi Jónasson, dekanur, legði serliga dent á skiftið millum gomlu floksundirvísingina og nýggju fjarundirvísingina, har hann helt tað ber til at knýta saman fjarundirvísing við ta undirvísing sum er á campus. Ikki tí at tað er lætt, men hann heldur at vit eiga at endurhugsa undirvísingina við at kombinera tøkni við tað siðbundna. Hetta er tó krevjandi, og krevur at vit mugu duga at undirvísa á hægri stigi. Jón Torfi dugdi bæði at síggja fyrimunir og vansar við hesum. Hann setti eitt sindur spurnartekin við fjarundirvísing, serliga hjá teimum, sum skulu virka sum lærarar og námsfrøðingar.

Ein avbjóðing er til dømis, um til ber at menna førleikarnar at vera saman við fólki, at kjakast, at menna kropsmál o.s.fr. bara við taka útbúgvingina sum fjarlestur.

Vanligir fyrilestrar fara nú í stóran mun fram sum “flip-framløgur”, har fyrilestrarhaldarin ger power-point framløgur sum vanligt, men leggur talu afturat. Síðan verður framløgan, við talu, løgd út á Moodle-stevnuna, og tey lesandi kunnu hyggja og lurta heima, og kunnu sjálvi leggja til rættis, nær tey hyggja.

Tænastudeild til verkætlanarfyrisiting
Háskóli Íslands hevur eina serstaka tænastudeild fyri gransking, nevnd “Eductional Research Institute”. Hetta er deild sum hjálpir einstøku granskarunum við verkætlanarfyrisiting. Endamálið við deildini er fyrst og fremst at tryggja, at Háskóli Íslands ikki kemur í ringt orð, tað verið seg fyrisitingarliga, etiskt ella vegna vantandi peningaumsiting, tí um bert ein einstøk verkætlan gongur galið, so gongur hetta útyvir allan stovnin. Eisini tekur deildin sær av at søkja um verkætlanarfígging