Lærararáðstevna í Nuuk
26.09.2014
Námsvísindadeildin
Skriva út

Lærararáðstevna í Nuuk

Fyrst í september vóru 4 lærarar á Námsvísindadeildini á lærararáðstevnu í Nuuk í Grønlandi. Ráðstevnan snúði seg um, hvønn týdning mál (t.e. talaða málið og skrivaða málið) hevur í øllum lærugreinum.


Ráðstevnan var skipað soleiðis, at fyrrpartar vóru høvuðsfyrilestrar á skránni:

  • Per Fibæk Laursen, professari á DPU, tosaði um, hvønn týdning relatiónsførleikin hjá fólkaskúlalærarum hevur á trivnaðin og læruúrtøkuna hjá næmingunum.
  • Monica Axelson, prefessari á universitetinum í Stokholm, greiddi frá, at 18% av øllum næmingum í svenska fólkaskúlanum hava annaðhvørt útlendsk foreldur ella eru fødd aðrastaðnis enn í Svøríki. Hennara fyrilestur snúði seg um, hvussu svenski fólkaskúlin roynir at geva hesum næmingum ta málsligu serundirvísing, ið nógv teirra hava tørv á.
  • Anna Slotte-Luttge, professari á Åbø Akademinum í Finlandi, hevði ein fyrilestur, ið varpaði ljós á tann týdning, ið mál, málsligt tilvit og málnýtsla hevur í úrslitagóðari undirvísing. Hon vísti filmsklipp, har lærarar í Finlandi góðu sær stundir at tosa um ymisk orð og ymiskar orðingarnar, ið koma fyri í lærubókum í finskum, støddfrøði, evnafrøði o.ø.. Hon legði áherðslu á, at tú mennir málsliga førleikan við at nærlesa góðan tekst.
  • Anne Holmen, professari á universitetinum í Keypmannahavn, vísti á eitt nýtt tiltak á KU, ið gevur lesandi, ið lesa jura, medisin, samfelagsfrøði og onnur fak, møguleikan at fáa eykaskeið í ymiskum fremmandamálum í lestrartíðini.
  • Karen Wistoft, professari á læraraútbúgvingini í Nuuk, tosaði um lívsmót, skúlahug, trivnað og serligar avbjóðingar í grønlandska skúlanum  í 21. øld.
  • Minik Rosing, leiðari á Geologisk Museum, í Keypmannahavn, tosaði um lívið í Grønlandi frá fyrstu tíð.


Seinnapartar vóru styttri fyrilestrar á skránni. Føroysku umboðini hildu hvør sín fyrilestur. Fyrilesturin hjá Kalpanu Vijayavarathan var um undirvísingina í enskum á Námsvísindadeildini og tann hugburð, ið lesandi hava til at tosa enskt í tímanum. Fyrilesturin hjá Vár í Ólastovu var um móðurmálið sum amboðs- og dannilsislærugrein í seinmodernaða samfelagnum. Fyrilesturi hjá Hans Harryson snúði seg um, hvørjar avbjóðingar nýútbúnir føroyskir lærarar hava í dagsins skúla. Og fyrilesturin hjá Mikkjal Mikkelsen tók støði í ÁLKA og SPIKA-netverkunum og tann týdning, hesi náttúrufakligu netverk hava í norðurlendskum samstarvi.

Føroysku luttakarnir vóru á einum máli um, at lærararáðstevnan hepnaðist sera væl, og at grønlendsku fyrireikararnir hava stórt rós uppiborið.