Læraraútbúgving í 150 ár
Rundur hátíðardagur er í dag, nú 150 ár eru liðin, síðani læraraútbúgving varð stovnað í Føroyum. Sjálvt hátiðarhaldið er nakað seinkað av koronu
Í dag er Merkið vundið í húnar hátt á Frælsinum í Havn.
Tí í dag - 1. oktober - eru 150 ár liðin, síðani læraraútbúgving varð sett á stovn í Føroyum.
Upprunaliga skuldi dagurin haldast við framsýning, framløgum og eini útgávu, har stórur partur er grundaður á tey forvitnisligu skjølini, sum eru í skjalagoymsluni á Námsvísindadeildini á Setrinum.
Tíverri er hetta arbeiðið blivið seinkað av koronusmittuni, sum fyrr í ár sendi okkara starvsfólk til hús at arbeiða undir stongslinum. Men hátíðarhaldið verður, og nógv meira verður at frætta um tað í næstum.
Ein politisk avgerð
Læraraútbúgvingin kom, tí politisk avgerð varð tikin um, at undirvísingarskylda skuldi vera í Føroyum.
Áðrenn hetta var undirvísingin mest heimaundirvísing, og so onkur ferðalærari, sum fyri kost og innivist og eitt sindur av peningi ferðaðist til bygdirnar at undirvísa.
Eisini vóru onkrir skúlar, t.d. latínskúli og danskur skúli í Havn, men hesir vóru ikki serliga væl dámdir, og torført var at fáa bygdaskúlar at rigga. Realskúli varð stovnaður í 1861.
Undirvísingarskyldan kom í 1872, men í politisku viðgerðini varð samstundis ásannað, at fyri at kunna seta í verk undirvísingarskyldu, var neyðugt at fara undir útbúgving av lærarum at fremja skyldina í verki.
Tí varð Føroya Læraraskúli stovnaður í 1870. Tá var lestrartíðin tvey ár., og sostat fingu teir fyrstu lærararnir prógv í 1872.
Síðan er útbúgvingin longd og broytt.
Longu í 1878 varð lestrartíðin longd til 3 ár, og í 1938 varð útbúgvingin longd til 4 ár, ið er sama áramál, sum framvegis skal leggjast í læraralesturin.
At læra at læra
Innihaldsliga hevur útbúgvingin verið rættiliga stýrd av myndugleikunum, sum settu út í kortið, hvussu skúlin skuldi vera, og út frá tí, hvussu læraraútbúgvingin skuldi vera.
Eisini hevur í stóran mun verið rættiliga nágreinað, hvussu undirvísingin skuldi fara fram, og hvørjar bøkur skuldu brúkast. Longu í fyrstu reglugerðini verður staðfest, at “Eleverne maa bringes til klart at indse, at død Udenadslæsning, der altid er hensigtsløs, navnlig i høi Grad er forkastelig ved Religionsundervisningen. Der maa gives Eleverne stadig Øvelse i at katekisere med Børnene i almueskolen, ligesom de bør vænnes til i Korthed at udarbeide en klar kateketisk Disposition.”
At katekisere merkir sambært donsk-føroysku orðabókini hjá orðabókagrunninum at “undirvísa kristni við skiftandi at spyrja og svara”. Hetta er framvegis ein tann mest vanligi undirvísingarhátturin og verður brúktur í flestu lærugreinum.
Í reglugerðini frá 1871 sæst eisini aðalhugsanin, at barnið skuldi læra at læra, og ikki fáa vitan potaða í seg.
Grundhugsanin í nýggja pedagogiska rákinum var, at heimurin broyttist so skjótt, og tí vóru førleikarnir til sjálv at seta seg inn í nýggj evni og nýggjar møguleikar týdningarmiklari, enn at leggja seg eftir frammanundan útvaldari vitan.
Skjalagoymslan og nútíðin
Tað tilfar, sum arbeitt verður við at finna fram úr skjalagoymsluni á Námsvísindadeildini á Setrinum, er serliga av slíkum slagi, sum vísir tíðarrákið tá og at samanbera við tær broytingar, ið eru hendar hesi 150 árini.
Kanska eru broytingarnar ikki serliga umfatandi, tí enn verða menn sum John Dewey (1859-1952), Lev Vygotsky (1896-1934) og Jean Piaget (1896-1980) nógv brúktir í undirvísingini á Námsvísindadeildini.
Helst er tað ikki so løgið, tí enn er samljóð við orðini hjá John Dewey, tá hann sigur, at bert ein lærari, ið er so væl útbúgvin, at hann til fulnar skilir vitborið háttalag, og tí støðugt í sínum egna huga er tilvitaður um, hvat nøktandi og veruligt tankavirksemi er, er førur fyri í gerningi - og ikki bert í orðum - at virða andligu heildina og styrkina hjá børnum.
Vit ynskja øllum somlum hjartaliga til lukku við 150-ára degnum!
Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini
Lesið meira í:
Dansk Skolehistorie 1-5
Ludvig Petersen (1994) Skole på Færøerne i 1000 år
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...