Læraravitjan úr Kajani í Finnlandi
Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya hevur avtalur um skiftisuppihald við aðrar skúlar í Norðurlondum, og er limur í NORDPLUS. NORDPLUS er ein ætlan fyri samstarv og flyting av lesandi og lærarum við hægri lærustovnar í Norðurlondum. Við fíggjarligari hjálp, er endamálið at knýta tættari bond ímillum lærustovnarnar, og leggja ein heildar norðurlendskan útbúgvingarfelagsskap til rættis, har stovnar, lesandi og lærarar kunnu nýta serkunnleikan hjá hvørjum øðrum á fullgóðan hátt. Samstarvið í NORDPLUS er bólkað, og Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya er limur í tveimum bólkum: Nordic-Baltic Nurcing og Nordkvist.
Í mai mánað hevði Sjúkrarøktarfrøðiskúlin læraravitjan frá lærda háskúlanum í Kajani í Finnlandi. Vitjanin er komin ílag gjøgnum Nordic –Baltic Nursing.
Umframt at kunna um finsku útbúgvingina, helt Raila Arpala, ið undirvísur í sjúkrarøkt til sjúklingar við sálarligur trupulleikum, ein áhugaverdan fyrilestur við heitinum “Suicides and Self-Destruction”:
Talið av fólki í Finnlandi, ið gera sjálvmorð hevur verið sera høgt – hagtøl vísa at í 1995 var vóru tað 1520 fólk sum gjørdu sjálvmorð. Tað eru nærum 3 ferð fleiri menn enn kvinnur, ið gera sjálvmorð. Finnlendingar tosa ikki nógv um kenslur og hevur evni sjálvmorð verið tabu. Tí hevur tað verið sera trupult at staðfesta um fólk hava sjálvmorðstankar.
Í 1992 avgjørdi finska stjórnin at seta pening av til at útbúgva og kunna fólk um hvørji tekin ein hevur, tá ið ein hugsar um at gera sjálvmorð. Endamálið er at støðga sjálvmorð tilgongdini, geva effektiva viðgerð, tá ið tunglyndi er staðfest, minka um alkohol nýtsluna og bjóða hjálp frá sálarfrøðingi og sosialan stuðul.
Samanumtikið eru fólk blivin meiri tilvitað um sjúkueyðkenni og at reagera uppá tað tey observera, tað vil siga tora at tosa við fólk um teirra kenslur.
Ein kann staðfesta, at hettar hevur hjálpt tí gjøgnum tey seinastu 20 árini eru talið av sjálvmorðum minkað við 35 %.
Víst bleiv til heimasíðuna
www.befrienders.org
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...