algebra-louise-m-carlsen.jpg
16.07.2019
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Læring í støddfrøði er ymisk við og uttan talgild amboð

Louise Meier Carlsen hevur kannað fellurnar við at brúka telduamboð í samband við at læra grundleggjandi algebra-strukturar

Í eini serútgávu av tíðarritinum EMP hevur Louise Meier Carlsen grein, har hon hevur kannað møguleikarnar og fellurnar við at brúka algebra-telduamboð, CAS, í hádeildini í fólkaskúlanum. Greinin er grundað á kanningar í Føroyum.

Spurningarnir, sum verða granskaðir, eru, hvørjir algebraførleikar verða kannaðir í endaligu skrivligu próvtøkuni í støddfrøði í 9. flokki, og hvussu hesir høvdu verið broyttir, um algebra-telduamboð vóru loyvd til próvtøkurnar. Hetta verður gjørt við at kanna allar próvtøkuuppgávur seinastu 10 árini í mun til, hvørjir førleikar eru neyðugir fyri at loysa uppgávurnar bæði við og uttan symbol-amboð.

Samanberingin bendir á, at tað eru grundleggjandi algebra-strukturar, sum ikki verða lærdir, um næmingarnar áhaldandi brúka algebra-telduamboð til próvtøkuuppgávurnar.

Greinin kallast “What algebraic knowledge may not be learned with CAS -a praxeological analysis of Faroese exam exercises” og kann frítt lesast her

Louise Meier Carlsen er ph.d.-lesandi og adjunktur í støddfrøðididaktikki á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Ph.d.-verkætlan hennara er stuðlað av Granskingarráðnum.